Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 92
v1 Ein sálmur, ein songur, á hvíludeginum. v2 Gott tað er Harranum at prísa, og tínum navni at lova, tú hægsti, v3 árla at boða av góðsku tíni, og á náttartíð av trúfesti tíni, v4 við tíggjustrengdari hørpu og við saltri, við føgrum sittarasláttri. v5 Tí tú, Harri, meg gleddi við gerningi tínum, um handaverk tíni eg frøa meg má. v6 Hvør miklir eru, Harri, gerningar tínir, ovurdjúpur er hugur tín! v7 Bert ein býttlingur fatar tað ikki, einum dára skilst hetta ikki. v8 Tá ið illmenni gróðu sum grasið, og allir níðingar stóðu í blóma, var tað bert fyri at farast med alla. v9 Men um ævir, Harri, í hátign tú situr! v10 Tí sí, tínir fíggindar fara til grundar, allir níðingar verða sundraðir burtur! v11 Tú letur hornið meg bera sum villoksin hátt, tú meg leskað hevur við frískari olju. v12 Fegið skal eyga mítt líta at fíggindum mínum, við lyst skal oyra mítt hoyra um hatarar mínar. v13 Hin rættvísi veksur sum pálmin, sum Libanons sedristræ grør hann. v14 Teir plantaðir eru í Harrans húsi, í Guðs várs forgørðum blóma teir. v15 Sjálvt í ellini teir ávøkst bera, eru gróðrarmiklir og grønkast, v16 til tess at lýsa, at Harrin rættvísur er, og hjá kletti mínum eingin órættur er.