Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 18
Framhald av fyrsta savni
v1 Serlyndur maður ger tað, honum sjálvum lystir, at øllum hyggjuráðum hann glepsar. v2 Býttlingurin leggur ikki í vitsku, men vil heldur, at hugsan hans verður kunn. v3 Har sum gudleysur kemur, har kemur vanvirðing við, og við skomm fylgir spott. v4 Djúp vøtn eru orð av mans munni, rennandi løkur, vísdóms kelda. v5 Tað er ikki beint at geva gudleysum viðhald og at týna rættin fyri sakleysum. v6 Býttlingsins varrar koma upp í klandur, og muður hans rópar eftir høggum. v7 Muður býttlingsins er honum ein ólukka, og varrar hans eru fyri sál hans ein snerra. v8 Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin. v9 Tann, sum er órøkin í arbeiði sínum, er bróðir hans, sum er oyðslusamur. v10 Harrans navn er eitt sterkt torn, hagar flýggjar hin rættvísi og er vardur. v11 Ríkismans ognir eru hans fasta borg og ein óklívandi múrur í hans egnu hugsan. v12 Hjartans hugmóð á manni gongur undan falli, og eyðmýkt gongur undan æru. v13 Um einhvør svarar, áðrenn hann hoyrir, tá verður tað honum ein dárskapur og skomm. v14 Mansins mót heldur honum uppi í sjúkdómi hans, men eitt fallið mót, hvør kann bera tað? v15 Hjarta hins vitra vinnur sær kunnskap, og oyru hinna vísu søkja kunnskap. v16 Gáva, sum maður gevur, rúmkar fyri honum og leiðir hann fram fyri stórmenn. v17 Tann, sum fyrri ber fram trætumál sítt, hevur rætt, til mótpartur hansara kemur og rannsakar hann. v18 Lutkastið ger enda á trætum og skilir sundur mætar menn. v19 Bróðir, sum er svikin, er ringari at vinna enn sterk borg, og deilur við hann eru sum stengur fyri borgardurum. v20 Av fruktum av mans munni verður búkur hans mettur, av ávøksti varranna mettast hann. v21 Deyði og lív eru í tungunnar valdi, og tann, sum hevur teym á henni, skal njóta frukt hennar. v22 Tann, sum hevur funnið konu, hevur funnið lukku og hevur fingið náðigávu frá Harranum. v23 Fátækur talar við bønligum orðum, men ríkur svarar við hørðum. v24 Illa gongst manni, sum hevur nógvar vinir, men til er alvinur, sum er hollari enn bróðir.