Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Orðtøk Sálomons, kapittul 19
Framhald av fyrsta savni
v1 Betri er fátækur maður, sum í sakloysi gongur, enn maður við følskum vørrum og hartil ein dári. v2 Har sum eingin er hyggja, dugir sjálvt ágrýtni ikki, og tann, sum bráðføttur er, hann misstígur seg. v3 Fávitska mansins spillir veg hans, men hjarta hans ilskast við Harran. v4 Ríkidømi savnar mangar vinir, men frá fátækum fer vinur hans burtur. v5 Lygivitni skal ikki verða órevsað, og tann, sum fer við svikum, skal ikki sleppa undan. v6 Mangir vilja vinna stórmans yndi, og allir eru vinir hans, sum gávumildur er. v7 Fátæksmans brøður hata hann allir, enn meira halda vinir hans seg burtur frá honum. v8 Tann, sum vinnur sær vitsku, sál sína elskar, tann, sum varðveitir skynsemi, skal finna lukku. v9 Lygivitni skal ikki verða órevsað, og tann, sum fer við svikum, skal týnast. v10 Tað hóskar ikki dára at hava góðar dagar, enn minni træli at ráða yvir høvdingum. v11 Mansins klókskapur ger hann tolnan, og tað er æra hans at fyrigeva illgerð. v12 Kongsvreiði er eins og ýl í leyvu, men blídni hans sum døgg á grasi. v13 Fákunnur sonur er faðir sínum sonn vanlukka, og konuklandur er sum takdropin, ið ikki heldur í. v14 Hús og góðs eru arvur frá fedrunum, men skilakona kemur frá Harranum. v15 Leti leggur í tungan svøvn, og løt sál má svølta. v16 Tann, sum varðveitir boðorðið, varðveitir sál sína, men tann, sum ikki varðar um vegir sínar, doyr. v17 Tann, sum várkunnar fátækum, lænir Harranum, og hann skal løna honum góðgerð hans. v18 Aga tú son tín, tí at enn er vón, men hav ikki hug at drepa hann. v19 Tann, sum illfúsur er, má bøta afturfyri, tí um tú vilt hjálpa, gert tú ilt verri. v20 Lurta eftir ráðum og tak við aga, so at tú at enda má verða vísur. v21 Mangar eru hugsanir í mansins hjarta, men tað er Harrans ráð, ið fær frama. v22 Mansins hugur er miskunnarverk hans, og betri er fátækur maður enn lygnari. v23 Ótti fyri Harranum førir til lívs; tá fer maður mettur til hvíldar, og einki ilt hann rámar. v24 Latur maður drepur hondina í fatið, men tímir ikki at føra hana upp aftur til munnin. v25 Slært tú spottaran, verður hin einfaldi klókur, og hin skynsami vinnur fróðskap av aga. v26 Tann, sum fer illa við faðir sínum og koyrir burt móður sína, er ein ringur og skammiligur sonur. v27 Halt uppat, sonur mín, at lýða á áminning, um tað bara er fyri at villast burtur frá kunnskapar orðum. v28 Níðingsvitni spottar rættin, og muðurin á gudleysum gloypir órætti. v29 Revsingardómar eru til reiðar fyri spottarunum og høgg fyri baki á býttlingunum.