Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 2
Yvirlit yvir ferðina gjøgnum Edóm
v1 Síðan snúðust vit og hildu ferðini inn í oyðimørkina, leiðina til Reyðahavið, eins og Harrin hevði boðið mær; og í nógvar dagar gingu vit kring um Se'irs fjøll. v2 Tá segði Harrin við meg: v3 «Tit hava nú farið nóg leingi kring hesi fjøll, haldið nú norðureftir! v4 Men bjóða tú fólkinum og sig: Tá ið tit nú fara gjøgnum land brøðra tykkara, Esavs sona, sum búgva í Se'ir, og teir verða ræddir fyri tykkum, tá skulu tit vandaliga ansa eftir v5 ongan ófrið at gera teimum, tí ikki vil eg geva tykkum so mikið, sum tit seta fótin á, av landi teirra; Se'irs fjøll havi eg jú givið Esavi til ognar. v6 Tað, sum tykkum er tørvur á til matna, skulu tit keypa frá teimum fyri silvur; og vatnið, sum tit drekka, skulu tit somuleiðis keypa frá teimum fyri silvur. v7 Tí at Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg í øllum, sum tú hevur tikið tær fyri; hann hevur havt umsorgan fyri ferð tíni gjøgnum hesa miklu oyðimørk; í fjøruti ár hevur Harrin, Guð tín, nú verið við tær, og tær hevur einki skortað.» v8 Síðan fóru vit út frá Elat og Ezjon-Geber eftir Árábavegnum yvir um land brøðra vára, Esavs sona, sum búgva í Se'ir, og hildu leiðina í bugi inn í Móabs oyðimørk.
Móab
v9 Tá segði Harrin við meg: «Gerið tykkum ikki inn á Móabitar og leggið ikki til orrustu við teir, tí at ikki tað minsta sindur gevi eg tær av landi teirra til ognar; Lots sonum havi eg givið Ar til ognar. v10 Emitar búðu har í gomlum døgum, mikil og fjølment tjóð, risavaksnir menn eins og Ánakitar; v11 eisini teir vórðu taldir Refaitar eins og Ánakitar; men Móabitar nevndu teir Emitar. v12 – Í forðum búðu Hóritar í Se'ir; men synir Esavs róku teir burtur og oyddu teir og settust sjálvir niður í landi teirra, eins og Ísrael gjørdi við land sítt, ið Harrin hevur givið teimum til ognar. – v13 Búgvist nú til ferðar og leggið leiðina yvir um Zereddalin.» Síðan fóru vit yvir um Zereddalin. v14 Tríati og átta ár vóru umliðin, frá tí at vit fóru úr Kádesj-Barnea, og til vit fóru yvir um Zereddalin, til alt tað ættarliðið av vígførum monnum var deytt úr herbúðunum – eins og Harrin hevði svorið teimum. v15 Eisini hond Harrans hevði verið móti teimum til tess at oyða teir úr herbúðunum, til eingin teirra var eftir.
Ammon
v16 Men tá ið allir vígførir menn í fólkinum vóru deyðir, v17 tá mælti Harrin hesum orðum við meg: v18 «Tá ið tú nú fert gjøgnum Móabs land, fram við Ar v19 og nærkast Ammonitum, tá skalt tú ikki gera teg inn á teir og ongan ófrið gera teimum, tí at eg gevi tær einki av landi Ammonita til ognar; eg havi givið Lots sonum tað til ognar. v20 – Eisini tað landið er talt land Refaita; Refaitar búðu har í forðum; men Ammonitar nevndu teir Zamzummitar, v21 mikil og fjølment tjóð og stórvaksnir eins og Ánakitar; men Harrin oyddi teir fyri Ammonitar, so at teir ognaðust land teirra og settust niður har, v22 eins og hann gjørdi við synir Esavs, sum búgva í Se'ir, ta ferðina, tá ið hann rak Hóritar undan teimum, so at teir ognaðu sær land teirra og settust niður og búgva har enn í dag; v23 soleiðis var eisini við Avvijitum, sum búðu í torpum alt at Gaza; Kaftoritar komu frá Kaftor og oyddu teir og settust niður í landi teirra. – v24 Búgvist nú til ferðar og leggið leiðina yvir um Arnon ánna. Sí, eg havi givið upp í hendur tínar Ámoritan Sihon, kongin í Hesjbon, og land hansara. Far nú undir at vinna landið og legg tí til orrustu við hann. v25 Frá hesum degi skal eg lata allar tjóðir undir himninum bera ótta og ræðslu fyri tær; um tær hoyra teg gitnan, skulu tær skelva og nøtra fyri tær.»
Sigur á Sihoni kongi í Hesjbon (4 Mós 20,14-21; 21,21-31)
v26 Tá sendi eg úr Kedemot oyðimørk ørindrekar á fund við Sihon kong í Hesjbon við hesum friðarboðum: v27 «Loyv mær at fara gjøgnum land títt; beina leið skal eg halda fram og hvørki víkja til høgru ella vinstru. v28 Tað, sum mær tørvar til matna, skalt tú selja mær fyri silvur; og vatn til at drekka skalt tú somuleiðis fáa mær fyri silvur; loyv mær einans at fara til gongu yvirum, v29 eins og teir loyvdu okkum, synir Esavs, sum búgva í Se'ir, og Móabitar, sum búgva í Ar, so at eg komi yvir um Jórdan inn í tað land, sum Harrin, Guð vár, vil geva okkum.» v30 Men Sihon, kongurin í Hesjbon, vildi ikki sleppa okkum gjøgnum land sítt, av tí at Harrin, Guð tín, hevði gjørt hann treiskan í huga og hert hjarta hansara til tess at geva hann upp í hendur tínar, eins og nú er vorðið. v31 Harrin segði tá við meg: «Sí, eg eri nú farin at geva tær vald á Sihoni og landi hansara; far nú undir at vinna tær land hansara og tak tað til ognar.» v32 Síðan fór Sihon ímóti okkum við øllum monnum sínum og legði til orrustu námundis Jáhza. v33 Men Harrin, Guð vár, læt hann lúta fyri okkum, so at vit vógu hann og synir hans og allar menn hans. v34 Vit tóku allar borgir hansara; og í øllum borgunum bannførdu vit kallar, konur og børn og lótu ongan komast undan. v35 Einans fenaðin tóku vit sum herfong saman við tí, sum vit rændu úr teimum hertiknu borgunum. v36 Frá Ároer, sum stendur við Arnons áarbakka, frá borgini, sum stendur í dalinum, og alt at Gilead var eingin borg, sum vit ikki fingu hertikið. Harrin, Guð okkara, gav okkum vald á øllum. v37 Men tú gjørdi teg ikki inn á land Ammonita, hvørki inn á landið fram við Jabbok ella inn á fjallabygdirnar – eins og Harrin, Guð vár, hevði boðið.