Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Filippimanna, kapittul 1
Heilsan
v1 Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu, heilsa øllum hinum heilagu í Kristi Jesusi, sum eru í Filippi, saman við tilsjónarmonnum og tænarum í kirkjuliðinum. v2 Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Tøkk til Guðs fyri kirkjuliðið og forbøn fyri tí
v3 Eg takki Guði mínum, hvørja ferð eg hugsi um tykkum, v4 við tað at eg altíð í hvørji bøn míni við gleði geri bøn fyri tykkum øllum, v5 fyri samfelag tykkara um gleðiboðskapin frá fyrsta degi og líka til nú, v6 fullvísur sum eg eri í tí, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag, v7 soleiðis sum tað jú er beint av mær at hava hesa hugsan um tykkum allar, av tí at eg havi tykkum í hjarta mínum bæði í leinkjum mínum, og tá ið eg verji og staðfesti gleðiboðskapin, við tað at tit allir eru samfelagar við mær um náðina. v8 Tí at Guð er vitni mítt, hvussu mær leingist eftir tykkum øllum við Krists Jesu inniliga hjartalagi. v9 Og hetta biði eg um, at kærleiki tykkara enn má taka til alt meir og meir í kunnskapi og øllum skynsemi, v10 so at tit mega kunna meta um hinar ymissu lutirnar, fyri at tit mega vera reinir og meinaleysir til Krists dag, v11 fyltir við rættferðar frukt, sum fæst við Jesusi Kristi, Guði til dýrdar og lovs.
Fangilsi Paulusar til framgongd fyri gleðiboðskapin, tí er hann glaður, annaðhvørt tað verður til lívs ella deyða
v12 Men eg vil, brøður, at tit skulu vita, at viðurskifti míni heldur hava verið til frama fyri gleðiboðskapin, v13 so at tað er vorðið kunnigt fyri øllum lívvaktarliðinum og fyri øllum øðrum, at eg eri í leinkjum fyri Krists skuld; v14 og teir flestu av brøðrunum fingu í treysti til Harrans av leinkjum mínum enn størri dirvi til at tala Guðs orð uttan ótta. v15 Summir prædika sjálvandi Krist av øvund og klandursemi, men summir eisini av góðum huga. v16 Hesir gera tað av kærleika, tí at teir vita, at eg eri settur til at verja gleðiboðskapin; v17 men hinir gera tað av meinfýsni, ikki av reinum huga, men við teirri hugsan, at leggja trongd oman á leinkjur mínar. v18 Hvat um tað? Ið hvussu er, verður Kristus boðaður á allan hátt, annaðhvørt tað nú er á kvamsvís ella í sannleika; og hetta eri eg glaður um, ja, eg skal eisini framvegis vera glaður; v19 tí at eg veit, at hetta skal verða mær til frelsu fyri bøn tykkara og hjálp av anda Jesu Krists. v20 Og tað er hin inniliga tráan mín og vón, at eg í ongum luti má verða til skammar, men at Kristus, sum altíð, soleiðis eisini nú, í øllum frímóði má verða dýrmettur í likami mínum, annaðhvørt við lívi ella við deyða. v21 Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur. v22 Men um so er, at tað at liva í holdinum veitir mær ávøkstur av arbeiði mínum, tá veit eg ikki, hvat eg skal velja. v23 Tí at eg eri í iva millum tey bæði, við tað at eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri; v24 men at verða verandi í holdinum er neyðsynligari fyri tykkara skuld. v25 Og í hesum treysti veit eg, at eg skal verða á lívi og skal verða verandi hjá tykkum øllum, til frama hjá tykkum og gleði í trúnni, v26 fyri at rós tykkara kann verða tess størri í Kristi Jesusi fyri mína skuld, við tað at eg komi aftur til tykkara.
Áminning um samanhald og frímóð
v27 Men ið hvussu er, skulu tit liva lív tykkara, sum tað sømir gleðiboðskapinum um Krist, fyri at eg, annaðhvørt eg komi og síggi tykkum, ella eg eri frástaddur, kann fáa at hoyra um tykkum, at tit standa fastir í einum anda og við eini sál stríða saman fyri trúnni á gleðiboðskapin, v28 og ikki í nøkrum luti lata tykkum ræða av mótstøðumonnunum; tí at hetta er fyri teir eitt merki um undirgang, men fyri tykkum um frelsu, og tað frá Guði. v29 Tí at tann náði er tykkum givin fyri Krists skuld, ikki bert at trúgva á hann, men eisini at líða fyri hansara skuld, v30 við tað at tit hava sama stríðið, sum tit sóu hjá mær og nú hoyra um meg.