Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Sálmarnir 121
Ein pílagrímsferðarsongur. v1 Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp? v2 Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar. v3 Hann vil ikki lata fót tín snáva, vaktari tín vil ikki sova. v4 Nei, ikki blundar og ikki svevur varðmaður Ísraels. v5 Harrin er vaktari tín, Harrin tín verndarskuggi við tína høgru hond. v6 Um dagin skal sólin ei stinga teg, ella um náttina mánin. v7 Frá øllum illum skal Harrin teg varða, hann tína sál skal varða. v8 Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.