Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Matteus, kapittul 10
Tólv lærusveinar sendir út
v1 Og hann kallaði til sín teir tólv lærusveinar sínar og gav teimum vald á hinum óreinu andunum, at reka teir út og at grøða hvørja sjúku og hvørja ilsku. v2 Men hesi eru nøvnini á teimum tólv ápostlunum: Fyrstur Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróðir hansara, og Jákup, sonur Sebedeusar, og Jóhannes, bróðir hansara. v3 Filippus og Bartolomeus, Tummas og Matteus, tollarin, Jákup, sonur Alfeusar, og Taddeus; v4 Símun Kánanearin og Judas Iskarjot, hin sami, ið sveik hann.
Skulu bert fara til Jødar, ymsar forskriftir
v5 Hesar tólv sendi Jesus út, beyð teimum og segði við teir: «Gangið ikki á heidna manna leiðum, og farið ikki inn í nakra bygd hjá Sámáriumonnum; v6 men farið heldur til teir burturvilstu seyðirnar úr Ísraels húsi. v7 Og á ferðum tykkara skulu tit prædika og siga: «Himmiríkið er í nánd.» v8 Grøðið sjúk, vekið upp deyð, reinsið spitølsk, rekið út illar andar. Fyri einki hava tit fingið tað, fyri einki skulu tit geva tað. v9 Fáið tykkum ikki gull ella silvur ella kopar í belti tykkara, v10 heldur ikki klæðsekk til ferðina ella tvinni klæði ella skógvar ella stav, tí at arbeiðismaðurin er føði sína verdur. v11 Men í hvørjum staði ella hvørjari bygd, sum tit koma í, har skulu tit fregnast um, hvør ið har er, ið er tess verdur, og dvøljist har, inntil tit fara avstað aftur. v12 Og tá ið tit koma inn í eitt hús, tá heilsið tí; v13 og er húsið tess verdugt, tá komi friður tykkara yvir tað; men er tað tess ikki verdugt, tá vendi friður tykkara aftur til tykkara sjálvs. v14 Og um onkur ikki vil taka ímóti tykkum og ikki heldur lýða á orð tykkara, tá farið út úr tí húsi og teirri bygd og ristið dustið burtur undan fótum tykkara. v15 Sanniliga sigi eg tykkum, tað skal gangast Sódomu- og Gómorrulandi frægari á dómadegi enn teirri bygd.
Teir skulu verða forfylgdir
v16 Sí, eg sendi tykkum út eins og seyð mitt ímillum úlvar; verið tí snildir sum ormar og falsleysir sum dúgvur. v17 Men varið tykkum fyri menniskjum, tí at tey skulu føra tykkum til dómstevnur, og í samkomuhúsum sínum skulu tey húðfleingja tykkum. v18 Og fyri landshøvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mínar sakir til ein vitnisburð fyri teimum og fyri heidningunum. v19 Men tá ið tey geva tykkum upp, so stúrið ikki fyri, hvussu ella hvat tit eiga at tala; tí at tað skal verða tykkum givið í somu stund, sum tit eiga at tala. v20 Tí at ikki eru tað tit, ið tala, men andi faðirs tykkara, ið talar í tykkum. v21 Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp ímóti foreldrum sínum og taka tey av døgum. v22 Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. v23 Men tá ið tey søkja at tykkum í eini bygd, so flytið í eina aðra; tí at sanniliga sigi eg tykkum, tit skulu ikki verða lidnir við bygdirnar í Ísrael, áðrenn menniskjusonurin kemur. v24 Ikki er ein lærusveinur yvir meistaranum, ei heldur er ein húskallur yvir húsbónda sínum. v25 Tað er lærusveininum nóg mikið, at hann verður sum meistari hansara, og húskallinum, at hann verður sum húsbóndi hansara. Hava tey kallað húsbóndan Beelsebul, hvør mikið meira tá húsfólk hansara.
Men tó hava gott treysti
v26 Óttist tí ikki fyri teimum; tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma í ljósmála, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. v27 Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi; og tað, sum verður lýtt tykkum í oyra, tað kunngerið tit uppi á tekjunum. v28 Og óttist ikki fyri teimum, ið sláa likamið í hel, men ikki kunnu sláa sálina í hel; men óttist heldur fyri honum, ið kann týna bæði sál og likam í helviti. v29 Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara. v30 Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld. v31 Óttist tí ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar. v32 Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. v33 Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum.
Jesus komin at elva stríð
v34 Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men svørð. v35 Tí at eg eri komin at elva stríð millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara; v36 og húsbóndin skal fáa sítt egna húsfólk til óvinir. v37 Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur. v38 Og tann, ið ikki tekur kross sín og fylgir mær eftir, er mær ikki verdur. v39 Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal bjarga tí.
Løn
v40 Tann, ið fagnar tykkum, fagnar mær; og tann, ið mær fagnar, fagnar honum, ið meg sendi. v41 Tann, ið fagnar einum profeti, av tí at hann er ein profetur, skal fáa profets løn; og tann, ið fagnar einum rættvísum, av tí at hann er rættvísur, skal fáa somu løn sum ein rættvísur. v42 Og tann, ið gevur einum av hesum smáu bert eina skál av køldum vatni at drekka, av tí at hann er ein lærusveinur, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal als ikki missa løn sína.»