|
Jesaja, kapittul 52
Hinir herleiddu koma aftur úr Bábel
v1
Vakna, vakna upp, Zion, og lat teg í styrkleik tín, Jerúsalem, tú heilaga borg, far í títt hátíðarskreyt; tí at eingin óumskorin og eingin óreinur skal aftur koma á gátt hjá tær.
v2
Rist av tær dustið, rís upp og sessast í sætið, Jerúsalem; loys fjøtrið av tínum hálsi, tú hertikna Zions dóttir.
v3
Tí at so sigur Harrin: Fyri einki vóru tit seld, uttan silvur skulu tit tí verða aftur loyst.
v4
Tí at so sigur Harrin, drottin: Fyrst fór fólk mítt til Egyptalands at búgva har í útisetri, og síðan kúgaði Assur tað uttan heimild.
v5
Og nú, sigur Harrin, hvussu skal eg torga, at fólk mítt er tikið burtur fyri einki? Tess valdsharrar breggja, sigur Harrin, og støðugt tann líðilanga dag verður navn mítt vanvirt.
v6
Tessvegna skal fólk mítt kenna navn mítt á hinum degi, at tað eri eg, sum segði: Sí, her eri eg!
v7
Hvør yndisligir eru á fjøllunum føtur fagnaðarboðarans, ið kunnger friðin og ber gleðitíðindini, boðar frelsu og sigur við Zion: «Guð tín er vorðin kongur.»
v8
Hoyr varðmenn tínar; teir hevja allir samlir fagnaðarróp; við egnum eygum síggja teir Harran koma aftur til Zions.
v9
Skerið í fagnaðarróp allar oyðirustir Jerúsalems, tí at Harrin hevur uggað fólk sítt og endurloyst Jerúsalem.
v10
Harrin hevur nektað sín heilaga arm fyri eygum alra tjóða; um alla ta víðu jørð hevur frelsa Guðs várs verið eyðsæð.
v11
Rýmið, rýmið, gangið út haðan; nertið einki óreint! Farið burtur haðan, reinsið tykkum, tit, ið bera ker Harrans!
v12
Tí at ikki skulu tit bráðum halda avstað og ikki fara við skundi, tí at Harrin gongur fyri tykkum á odda, og aftastur í flokki tykkara gongur Ísraels Guð.
Tænari Harrans, fyrsti partur av 4. songi tænarans, stórleiki hans
v13
Sí, tænari mín fær frama, hann verður mikil, høgur og hátt upp hevjaður.
v14
Eins og mong øtaðust yvir hann – so ólík manni og avskeplað var ásýnd hans, hann líktist ikki mannanna børnum –
v15
í sama mun munnu mangar tjóðir undrast og kongar standa málleysir fyri honum; tí at tað, sum aldri var sagt teimum, síggja teir og fáa skyn á tí, sum áður aldri var hoyrt.
|