|
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 7
Húskallur herhøvdingans
v1
Tá ið hann hevði endað øll orð síni, meðan fólkið lýddi á, fór hann inn í Kapernaum.
v2
Men har var ein herhøvdingi, ið hevði ein húskall, sum var sjúkur og lá at doyggja og sum hann helt nógv um.
v3
Men tá ið hann fekk at frætta um Jesus, sendi hann nakrar av hinum elstu millum Jødanna til hansara at biðja hann koma og bjarga lívinum í húskalli sínum.
v4
Og tá ið teir komu til Jesus, bóðu teir hann bønliga og søgdu: «Hann er tess væl verdur, at tú gert hetta fyri hann;
v5
tí at hann elskar fólk okkara, og samkomuhúsið hevur hann bygt okkum.»
v6
Og Jesus fór tá við teimum. Men longu tá ið teir høvdu stutt eftir til húsa, sendi herhøvdingin nakrar vinmenn sínar til hansara og læt siga við hann: «Harri, ger tær ongan ómak! Tí at eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær.
v7
Tí helt eg meg sjálvan heldur ikki verdan at koma til tín; men sig tað við einum orði, so verður drongur mín frískur.
v8
Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir yvirmonnum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: «Far!» so fer hann; og við ein annan: «Kom!» so kemur hann; og við húskall mín: «Ger hetta!» so ger hann tað.»
v9
Men tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann á hann; og hann vendi sær á og segði við mannamúgvuna, sum fylgdist við honum: «Tað sigi eg tykkum: Ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið so mikla trúgv.»
v10
Og tá ið teir, sum sendir vóru, komu heim aftur til húsa, funnu teir húskallin frískan.
Sonur einkjunnar í Nain
v11
Og tað hendi dagin eftir, at hann fór til eina bygd, sum eitur Nain; og fleiri av lærusveinum hansara og ein stórur mannaskari vóru í ferðini við honum.
v12
Men tá ið hann nærkaðist bygdarliðinum, sí, tá varð ein deyður borin út, sum var einasti sonur hjá móður síni, og hon var einkja, og stórur skari úr bygdini fylgdist við henni.
v13
Og tá ið Harrin sá hana, tókti honum hjartaliga synd í henni, og hann segði við hana: «Grát ikki!»
v14
Og hann gekk fram at líkbøruni og nam við hana; men teir, sum bóru, steðgaðu; og hann segði: «Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!»
v15
Og tann deyði settist upp undir seg og tók at tala; og hann gav móður hansara hann.
v16
Men ótti kom á øll, og tey lovaðu Guði og søgdu: «Stórur profetur er risin upp okkara millum,» og: «Guð hevur vitjað fólk sítt.»
v17
Og hesi tíðindi um hann komu út um alla Júdeu og allar staðir har í nánd.
Jóhannes doyparin sendir boð til Jesusar, fær svar og vitnisburð
v18
Og lærusveinar Jóhannesar søgdu honum frá øllum hesum.
v19
Tá kallaði Jóhannes tveir av lærusveinum sínum til sín og sendi teir til Harrans og læt siga: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?»
v20
Fram komnir til hansara søgdu menninir: «Jóhannes doyparin hevur sent okkum til tín og letur siga: Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?»
v21
Á teirri somu stund grøddi hann mong frá sjúkum og plágum og illum andum, og mongum blindum gav hann sjónina aftur.
v22
Og hann svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind fáa sjón, lamin ganga, spitølsk verða rein, deyv hoyra, deyð rísa upp, fátækum verður gleðiboðskapurin boðaður;
v23
og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.»
v24
Men tá ið sendisveinar Jóhannesar vóru avstað farnir, tók Jesus undir at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at skoða? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum?
v25
Ella hvat fóru tit út at síggja: Ein mann klæddan í mjúk klæði? Sí, teir, sum ganga í skartaklæðum og liva í góðgæti, eru í kongshøllum.
v26
Ella hvat fóru tit út at síggja: Ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet.
v27
Hann er tann, sum skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.»
v28
Eg sigi tykkum: Eingin av kvinnubornum er størri profetur enn Jóhannes; men hin minsti í Guðs ríki er størri enn hann.
v29
Og alt fólkið, sum lýddi á hann, og tollararnir við, góvu Guði rætt, við tað at tey vórðu doypt við dópi Jóhannesar.
v30
Men Fariseararnir og hinir lógkønu gjørdu Guðs ráð við teimum sjálvum til einkis, við tað at teir vórðu ikki doyptir av honum.
Fólkið tvørlynt
v31
Hvat skal eg tá líkna fólkini í hesi slekt við? Hvørjum eru tey lík?
v32
Tey líkjast børnum, sum sita á torgi og rópa hvørt til annað og siga: «Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit grótu.
v33
Tí at Jóhannes doyparin er komin; hann hvørki át breyð ei heldur drakk vín, og tit siga: «Hann hevur ein illan anda.»
v34
Menniskjusonurin er komin; hann etur og drekkur, og tit siga: «Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.»
v35
Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av øllum børnum sínum.»
Syndafull kona salvar Jesus
v36
Men ein av Farisearunum beyð honum at koma og eta hjá sær; og hann fór inn við hús hjá Farisearanum og settist til borðs.
v37
Og sí, har var í bygdini ein syndafull kona; og tá ið hon fekk at vita av, at hann sat til borðs heima við hús hjá Farisearanum, kom hon við eini alabastur-krukku av smyrslum
v38
og stillaði seg aftan fyri hann við føturnar á honum grátandi, og tók til at væta føtur hansara við tárum sínum og turkaði teir við høvuðhári sínum; og hon kysti føtur hansara og salvaði teir við smyrslunum.
v39
Men tá ið Farisearin, sum hevði boðið honum, sá hetta, segði hann við sær sjálvum: «Hevði hann verið ein profetur, mátti hann vitað, hvør og hvat fyri ein kona hon er, sum nemur við hann, at hon er ein syndafull kona.»
v40
Og Jesus tók til orða og segði við hann: «Símun, eg havi nakað at siga tær.» Men hann sigur: «Meistari, sig tað!»
v41
Ein maður, sum lænti peningar út, hevði tveir skuldarar; annar teirra skyldaði honum fimm hundrað denarar, og annar fimmti.
v42
Og tá ið teir einki áttu at gjalda við, gav hann teimum báðum eftir. Hvør teirra man nú elska hann meira?»
v43
Símun svaraði og segði: «Eg haldi, tann, sum hann gav meira eftir.» Men hann segði við hann: «Rætt dømdi tú.»
v44
Og í tí hann vendi sær móti konuni, segði hann við Símun: «Sært tú hesa konuna? Eg kom inn í hús tíni; tú gavst mær ikki vatn til føtur mínar, men hon vætti føtur mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum.
v45
Tú gavst mær ikki koss; men hon helt ikki uppat, frá tí eg kom inn, at kyssa føtur mínar.
v46
Tú salvaði ikki høvur mítt við olju; men hon salvaði føtur mínar við smyrslum.
v47
Av teirri grund sigi eg tær: Hennara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði mikið; men tann, sum lítið er fyrigivið, elskar lítið.»
v48
Men hann segði við hana: «Syndir tínar eru fyrigivnar.»
v49
Og teir, sum sótu til borðs við honum, fóru at siga við sær sjálvum: «Hvør er hesin, sum eisini fyrigevur syndir?»
v50
Men hann segði við konuna: «Trúgv tín hevur frelst teg; far tú í friði!»
|