Aftur til forsíðuna
Bræv Paulusar ápostuls til Rómverja, kapittul 7
Hin trúgvandi, ið eigur lut í deyða Krists, er deyður frá lógini
v1 Ella vita tit ikki, brøður, – tí at eg tali her til teirra, sum kenna lóg – at lógin ræður yvir manninum, so leingi sum hann livir? v2 Tí at hin gifta konan er við lógini bundin til mann sín, meðan hann livir; men doyr maðurin, er hon loyst frá lógini, sum bindur hana til mannin. v3 Tí skal hon verða kallað horkona, um hon, meðan maðurin livir, verður annars mans kona; men doyr maðurin, er hon leys frá lógini, so at hon ikki er horkona, um hon verður annars mans kona. v4 Soleiðis, brøður mínir, doyðu eisini tit frá lógini við likami Krists, fyri at tit skuldu tilhoyra einum øðrum, honum, sum varð reistur upp frá deyðum, til tess at vit mega bera Guði ávøkst. v5 Tí at tá ið vit vóru í holdinum, virkaðu syndagirndirnar, sum vórðu vaktar við lógini, soleiðis í limum okkara, at vit bóru deyðanum ávøkst; v6 men nú eru vit leys frá lógini, við tað at vit eru deyð frá tí, sum vit áður vóru bundin í, so at vit tæna í nýggja lagi andans og ikki í forna lagi bókstavsins.
Lógin, sum er heilag í sjálvari sær, nørir um syndina, sum fær teg til at gera tað, sum tú ikki vilt
v7 Hvat eiga vit tá at siga? Er lógin synd? Á ongum sinni. Men eg kendi ikki syndina uttan av lógini; tí at eg hevði ikki vitað um girndina, hevði ikki lógin sagt: «Tú skalt ikki girnast.» v8 Men tá ið syndin tók tilevni av boðorðinum, elvdi hon alskyns girnd fram í mær; tí at uttan lóg er syndin deyð. v9 Eg livdi einaferð uttan lóg; men tá ið boðorðið kom, livnaði syndin við, v10 men eg doyði; og boðorðið, sum var til lívs, tað royndist mær at vera til deyða. v11 Tí at syndin tók sær tilevni av boðorðinum og tøldi meg og drap meg við tí. v12 Soleiðis er tá lógin heilag, og boðorðið heilagt og rættvíst og gott. v13 Er tá hitt góða vorðið mær til deyða? Á ongum sinni! Men tað var syndin, til tess at hon skuldi vísa seg at vera synd, við tað at hon við tí, sum gott er, voldi mær deyða, – fyri at syndin við boðorðinum skuldi verða reiðuliga syndig. v14 Tí at vit vita, at lógin er andlig; men eg eri holdligur, seldur undir syndina. v15 Tí at eg skilji ikki, hvørjum eg havist at; tí at tað, sum eg vil, tað geri eg ikki, men tað, sum eg hati, tað geri eg. v16 Men geri eg tað, sum eg ikki vil, tá gevi eg lógini viðhald í tí, at hon er góð. v17 Men nú eri tað ikki longur eg, sum geri hetta, men syndin, sum í mær býr. v18 Tí at eg veit, at ikki býr nakað gott í mær, tað er í holdi mínum; tí at vilja er mær einki fyri, men at útinna hitt góða eri eg ikki mentur. v19 Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg. v20 Men geri eg tað, sum eg ikki vil, tá eri tað ikki longur eg, sum útinni tað, men syndin, sum í mær býr. v21 Soleiðis finni eg tá ta lóg fyri meg, sum vil gera hitt góða, at hitt illa fellur mær lætt. v22 Tí at eg havi hug í Guðs lóg samsvarandi míni innari menniskju; v23 men eg síggi aðra lóg í limum mínum, sum stríðist móti lóg huga míns og hertekur meg undir lóg syndarinnar, sum er í limum mínum. v24 Eg neyðar menniskja! Hvør skal bjarga mær frá hesum deyðans likami? v25 Tøkk fái Guð við Jesusi Kristi, harra okkara! – So tæni eg tá sjálvur lóg Guðs við huganum, men lóg syndarinnar við holdinum.