|
Fimta Mósebók, kapittul 16
Um hátíðirnar
v1
Gev ábib mánaði gætur og halt páskir fyri Harranum, Guði tínum; tí at í ábib mánaði leiddi Harrin, Guð tín, teg út úr Egyptalandi á nátt.
v2
Tá skalt tú slátra seyð og neyt sum páskaoffur Harranum, Guði tínum, til handar, á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar.
v3
Tú mást ikki eta súrgað breyð aftur við tí; í sjey dagar skalt tú einans eta ósúrgaðar køkur aftur við tí, neyðarbreyð, tí at í bræði fórt tú út úr Egyptalandi; og hetta skalt tú gera, til tess at tú alla ævi tína mást minnast tann dag, sum tú fórt út úr Egyptalandi.
v4
Í sjey dagar má súrdeiggj ikki síggjast hjá tær í øllum landi tínum; og einki av tí, sum tú slátrar um kvøldið á fyrsta degi, má liggja alla náttina til morguns.
v5
Tær er ikki loyvt at slátra páskaofrið heima í nakrari av borgum teimum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær;
v6
men á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, har skalt tú slátra páskaofrið um kvøldið, tá ið sól fer til viða, um sama mundið, tá ið tú fórt út úr Egyptalandi.
v7
Og tú skalt sjóða tað og eta tað á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur sær; og morgunin eftir skalt tú venda heim aftur til tjalda tína.
v8
Í seks dagar skalt tú eta ósúrgað breyð; og sjeynda dagin skal vera hátíðarstevna fyri Harranum, Guði tínum; tá mást tú einki verk vinna.
v9
Síðan skalt tú telja sjey vikur fram; frá tí degi, tá ið tú fert undir at skera akurin, skalt tú telja sjey vikur fram.
v10
Tá skalt tú halda vikuhátíðina fyri Harranum, Guði tínum, við teimum sjálvkravdu ofrum, ið tú sært tær føri fyri, eftir sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg.
v11
Tú skalt gleða teg frammi fyri Harranum, Guði tínum, á tí staði, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar, bæði tú og sonur tín og dóttir tín, trælur tín og trælkvendi og Levitin, ið býr innan borgarliða tína og útisetin og faðirloysingurin og einkjan, sum hjá tær eru.
v12
Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi; og tú skalt ansa eftir at halda hesar fyriskipanir.
v13
Leyvskálahátíðina skalt tú halda í sjey dagar, tá ið tú hevur borið inn úrdráttin av treskivølli og vínfargi tínum.
v14
Og tú skalt gleða teg á hátíðum tínum, tú og sonur og dóttir tín og trælur tín og trælkvendi og Levitin og útisetin og faðirloysingin og einkjan, ið eru innan borgarliða tína.
v15
Í sjey dagar skalt tú halda hátíð fyri Harranum, Guði tínum, á tí staði, sum Harrin velur; tí at Harrin, Guð tín, man vælsigna alla grøði tína og alt, sum tú tekur tær fyri; tí skalt tú vera fullur av gleði.
v16
Tríggjar ferðir um árið skal alt kallkyn títt koma fram fyri Harran, Guð tín, á tí staði, sum hann velur; á hátíð hinna ósúrgaðu breyða, á vikuhátíðini og á leyvskálahátíðini; og fram fyri Harran má eingin koma tómhentur;
v17
men hvør skal geva eftir førimuni, eftir tí signing, sum Harrin, Guð tín, veitir tær.
Um dómsmál
v18
Dómarar og umsjónarmenn skalt tú skipa í øllum borgum tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær víða hvar í ættum tínum; og teir skulu døma fólkið rættvísiliga.
v19
Tú mást ikki reingja rættin, ikki gera mannamun og ikki taka við mutri; tí at mutur blindar eygu hinna vitru og fløkir mál hinna rættlátu.
v20
Rættin, einans rættin skalt tú stunda á, til tess at tær má ognast lív og tað land, sum Harrin, Guð tín, gevur tær.
Forboð móti træ- og steinsteyrum
|