Tíðindi

Tann, sum setir seg sjálvan høgt, verður settur lágt
30.09.2023
Einaferð var Jesus boðin til døgurða hjá einum leiðara hjá farisearunum. Hvíludagur var, og allir gestirnir hildu eyga við honum. Brádliga stóð ein maður, sum var ógvuliga hovin, framman fyri honum. Jesus vendi sær til teir skriftlærdu og fariseararnar og spurdi teir: „Er tað loyvt at grøða um hvíludagin ella ikki?“ Men eingin svaraði. Og hann na…
Les meira »
Talgilt barnatilfar á føroyskum!
27.09.2023
Børn, eins og vaksin, brúka nógva tíð á alnótini, men sera lítið av føroyskum tilfari er, og tað er ein stór avbjóðing fyri føroyskt mál og mentan.   Spírar framleiða hágóðsku uppruna føroyskt barnatilfar. Fyrsta røðin av sjey kom út í 2019, og sæðst á YouTube-rásini hjá Spírum og á spirar.fo.   Nú verður 2. røðin framleidd og Spírar koma í 202…
Les meira »
Reis teg upp!
23.09.2023
Eftir hetta var Jesus á ferð til eina bygd, sum eitur Nain. Bæði lærusveinarnir og nógv fólk fylgdu honum, og tá ið tey nærkaðust bygdarportrinum, møttu tey einum líkfylgi, sum kom út úr bygdini og fylgdi einum ungum manni til gravar. Mamma hansara var einkja, og hann var einasti sonur hennara. Ein stórur skari fylgdi. Tá ið Jesus sá hana, tók han…
Les meira »
Bíblian byggir nýggjar brýr í Albania
23.09.2023
Seinastu áratíggju hevur albanska fólkið verið dúgliga virkið at stovnseta teirra gomlu mentan, aftaná fimmti ára kommunistisku kúgan, jagstran og eini hart kroystari kirkju. Ein nýggj umseting av Nýggja Testamenti er á veg og fer at byggja brúgv millum albanar.   Rene Ottesen, samskiftisovasti, skrivar. Tosaði herfyri við Altin Hysi frá Albania…
Les meira »
Hví stúra tit?
16.09.2023
Eingin kann vera trælur hjá tveimum harrum. Trælurin vil elska annan og hata hin ella halda seg at øðrum og sleppa sær undan hinum. Tit kunnu ikki tæna bæði Gudi og pengum. Tí sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri mati og drekka, ella hvat tit eiga at fara í. Er lívið ikki meira enn maturin og likamið meira enn klæðini? Síggið fuglarnar. Teir sáa ikki…
Les meira »
Trúgv tín hevur frelst teg
09.09.2023
Á ferð til Jerusalem var Jesus komin til markið ímillum Samaria og Galilea. Tá ið hann kom inn í eina bygd, komu 10 spitalskir menn ímóti honum. Teir steðgaðu eitt sindur burturfrá og róptu á hann: „Jesus, Meistari, tú mást hjálpa okkum.“ Tá ið hann sá teir, segði hann við teir: „Farið til prestarnar, so síggja teir, at tit eru grøddir.“ Teir fór…
Les meira »
Hin hjálpsami Samariubúgvin
02.09.2023
So vendi hann sær til lærusveinarnar og segði við teir: „Tey eru heppin, sum síggja tað, sum tit síggja, tí eg sigi tykkum, at mangir kongar og profetar hava til fánýtis ynskt at síggja og hoyra tað sama sum tit.“ Ein lógkønur, ið vildi freista Jesus, spurdi: „Meistari, hvat eigi eg at gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“ „Hvat stendur skrivað í…
Les meira »
Alt, sum hann ger, er gott
26.08.2023
Og Jesus fór av stað frá Týrus til Sidon og helt ferðina ígjøgnum Dekapolis til Genesaretvatnið. Og har komu nakrir menn til hansara við einum deyvum manni, sum illa kundi tala, og bóðu hann leggja hond sína á hann. Jesus fór burturfrá við manninum, stakk fingrarnar í oyru hansara, spýtti og nam við tungu hansara. So leit hann upp móti himli, suf…
Les meira »
Ukraina: Okkum tørvar meira bíbliur
24.08.2023
Vit hava júst fingið hesa videoheilsanina frá Anatoliy Raychynets frá Ukrainska Bíbliufelagnum.   Ein heilsan, sum bæði inniheldur takksemi, men eisini ein tørv á meira bíblium.   Fimm bíbliur kosta 250 kr.   Takk fyri, at tú við tínum íkasti vilt vera við í hesum neyðuga stuðli til ukrainska fólkið.   Okkara brøður og systrar í Ukraina hav…
Les meira »
Farisearin og tollarin
19.08.2023
Jesus segði aftur eitt líknilsi, sum var ætlað fólki, ið ikki vóru í iva um, at tey livdu eftir Guds vilja og roknaðu hini fyri einki. „Einaferð vóru tveir menn, sum fóru í templið at biðja. Annar var fariseari, og hin var tollari. Farisearin stóð og bað: „Gud, eg takki tær fyri, at eg ikki eri sum onnur. Tey snýta og svika, bróta hjúnarbandið el…
Les meira »
Tú lurtaði ikki eftir Gudi
12.08.2023
Men landsmenn hansara hataðu hann og sendu sendiboð til hitt landið at siga: „Vit vilja ikki hava hann til kong!“ Kortini kom maðurin aftur sum kongur. Hann sendi boð eftir teimum 10 tænarunum, sum høvdu fingið pening at handla við, at vita, hvat teir høvdu fingið burturúr. Tann fyrsti kom fram og segði: „Pengar tínir hava givið tíggjufalt av sær.…
Les meira »
Vinir í himli
05.08.2023
Jesus segði við lærusveinarnar: „Einaferð var ein ríkur maður, sum hevði ein umsitara. Ein dagin frætti hann, at umsitarin oyðslaði ognir hansara burtur. So hann kallaði hann til sín og segði: „Hvat er tað, eg frætti um teg? Tú mást gera roknskapin upp, tí eg kann ikki hava teg sum umsitara longur.“ Og umsitarin segði við seg sjálvan: „Hvat skal…
Les meira »
Eitt frískt træ ber góðar fruktir
29.07.2023
Ansið tykkum fyri teimum følsku profetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru svangir úlvar innan. Tit kenna teir av teirra gerðum. Ber tað til at fáa víndrúvur av einum tornarunni ella fikur av einum tistli? Nei, eitt frískt træ ber góðar fruktir, og eitt rotið træ ber ringar fruktir. Tað kann ikki vera øvut. Hvørt træ, sum ikki ber gó…
Les meira »
Fimm spurningar til Sólfríð Mariu í Rók
26.07.2023
Nær ella hvar lesur tú í Bíbliuni?    Eg lesi einki, tí eg havi trupult við at skilja orð. Eg eri ikki orðblind, men eg fái einki við av innihaldinum, um eg lesi. Bert orð liggur illa til mín, og soleiðis hevur tað altíð verið. Men mær dámar væl at hoyra søgur og serliga gjøgnum fleiri sansir.    Júst tí byrjaðu eg og Rógvi, sum er orðblindur,…
Les meira »
Mettað av sjey breyðum
22.07.2023
Hesa tíðina var aftur nógv fólk savnað um Jesus, og tey høvdu einki at eta. Jesus kallaði teir 12 saman og segði: „Eg stúri eitt sindur fyri fólkinum. Nú hava tey verið her í tríggjar dagar, og tey hava einki at eta. Sendi eg tey svong heim, fáa tey maktarloysi á vegnum, og summi av teimum hava langan veg.“ Og lærusveinarnir svaraðu: „Hvaðani sku…
Les meira »
Hoyrið nú meg
15.07.2023
Tit skulu gera tað, Gud vil hava, og tað skulu tit gera nógv betur enn teir skriftlærdu og fariseararnir, annars koma tit ikki inn í Guds ríki. Tit vita, hvat lógin sigur: „Tú mást ikki myrða,“ og „hvør tann, sum myrðir, verður dømdur í rættinum.“ Men eg sigi tykkum: Tann, sum verður illur inn á ein úr býnum, verður dømdur í býarrættinum. Og rópa…
Les meira »
Hereftir skalt tú veiða menniskju
08.07.2023
Ein dagin var Jesus staddur við Genesaretvatn. Fólkið trokaðist um hann at hoyra hann tala um Guds ríki. Tá sá hann tveir bátar, sum lógu í fjøruni, og útróðrarmenninir vóru farnir frá bátunum at reinsa gørnini. Pætur var ein av teimum, og Jesus fór í bát hansara og bað hann leggja eitt sindur frá landi. Hann setti seg niður og undirvísti teimum m…
Les meira »
Kann ein blindur leiða ein blindan?
01.07.2023
Hjálpið hvør øðrum, eins og Gud hjálpir. Dømið ikki onnur, tí at døma tit tey, verða tit sjálv dømd. Fyrigevið, og tykkum verður fyrigivið. Gevið, og tykkum verður givið. Geva tit øðrum ríkiliga, fáa tit ríkiligt aftur. Tey, sum fáa eitt mál av korni frá tykkum, geva tykkum eitt stappað og væl fylt ílat við roka á aftur. Jesus segði teimum eitt l…
Les meira »
Eg havi funnið seyð mín
24.06.2023
Teirra millum, sum hildu seg nær hjá Jesusi fyri at hoyra hann, vóru tollarar og aðrir, sum ikki hildu lógina. Fariseararnir og teir skriftlærdu grenjaðu um hetta: „Hann er ikki bara saman við tílíkum fólki, hann etur eisini saman við teimum.“ Tá segði Jesus teimum eitt líknilsi: „Um ein av tykkum eigur 100 seyðir, og ein teirra er horvin, fer han…
Les meira »
Enn er rúm fyri fleiri
17.06.2023
Jesus segði við hann: „Einaferð var tað ein maður, sum helt stóra veitslu og bjóðaði nógvum. Og tá ið veitslan skuldi verða hildin, sendi hann ein húskall út at siga við tey innbodnu, at tey skuldu koma beinanvegin, tí nú var alt tilgjørt. Men tey fóru øll at umbera seg. Tann fyrsti segði: „Eg eri keddur av tí, men eg kann ikki koma, tí eg havi ke…
Les meira »
Eg pínist ræðuliga
10.06.2023
Einaferð var ein ríkur maður, sum livdi í luksus. Hann gekk altíð í stásklæðum og helt veitslu hvønn dag. Beint uttan fyri hurð hansara lá ein fátækur maður, sum æt Lasarus. Tað einasta, hann ynskti, var at eta seg mettan av avlopinum frá borðhaldinum hjá tí ríka manninum. Hann var fullur í sárum, og orkaði ikki at halda hundunum burtur, sum komu…
Les meira »
Vindurin blæsur, sum hann vil
03.06.2023
Ein ráðharri hjá jødum, ein fariseari, ið æt Niko­demus, kom til Jesus á nátt og segði við hann: „Rabbi, vit vita, at Gud hevur sent teg fyri at læra okkum. Eingin kann gera tey tekin, sum tú gert, uttan Gud er við honum.“ Jesus svaraði honum: „Nú skalt tú hoyra: „Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.“ „Hvussu kann eit…
Les meira »
Pápi mín fer at senda Heilaga Andan fyri meg
27.05.2023
Judas – ikki Judas Iskarjot – spurdi: „Harri, hvussu ber tað til, at tað eru bara vit, sum fara at síggja teg, og ikki allur heimurin?“ Jesus svaraði honum: „Pápi mín elskar tey, sum elska meg, tí tey gera, sum eg sigi. Vit báðir koma til tey og vera altíð hjá teimum. Men tey, sum ikki elska meg, gera ikki tað, sum eg sigi. Og tað, sum eg sigi, ha…
Les meira »
Bíbliufelagið savnar inn hvítusunnudag
27.05.2023
Sunnudagin er hvítusunnudagur, og hvítusunnudagurin er dagurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum.   Henda dagin fingu ápostlarnir, staddir í Jerusalem, gleðiboðini at bera á ymsum tungumálum. Bíbliufelagið vónar, at bæði kirkjur, samkomur og onnur, vilja standa saman við Bíbliufelagnum at fáa bíbliuorðið út til alt Føroya fólk - ja allan heimin. Enda…
Les meira »
Fimm spurningar til Ole Jakob Nielsen
23.05.2023
Nær ella hvar lesur tú í Bíbliuni?   Til morgunbønina lesur tú tekstirnar til dagsins messu. Har er ein úr Gamla testamenti, Ápostlasøguni ella brøvunum og síðan úr einum av evangeliunum.   Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?   Fyri meg, sum fyri einhvønn kristnan, so er Jesus Kristus hin einaráðandi og altdominerandi høvuðspersónurin og fy…
Les meira »
Tit skulu eisini vitna um meg
20.05.2023
Tá ið eg eri heima hjá Pápa mínum, skal eg senda tykkum Heilaga Andan, sum kemur frá Pápa mínum. Hann skal vitna, at eg eri Guds Sonur. Tit skulu eisini vitna um meg, tí tit hava verið við mær av fyrstu tíð.“ „Hetta sigi eg tykkum nú, fyri at tit ikki skulu missa trúnna á meg, tá ið tað hendir,“ segði Jesus. „Teir fara at koyra tykkum út úr synag…
Les meira »
Lyftur upp til himmals
17.05.2023
Og hann segði við teir: „Soleiðis er skrivað: Messias eigur at líða og at rísa upp frá deyðum triðja dagin.   Øll fólk um allan heimin skulu hoyra um meg, so tey kunnu venda um og fáa fyrigeving fyri allar syndir sínar.   Tit skulu bera gleðiboðini um meg, tí tit hava sjálvir hoyrt og sæð alt, og tit skulu byrja her í Jerusalem. Men eg vil fyrs…
Les meira »
Biðið, og tit skulu fáa
13.05.2023
Tann dagin fara tit ikki at spyrja meg um nakað, tí Pápi mín gevur tykkum alt, sum tit biðja um í áliti á meg. Enn hava tit ikki biðið soleiðis, men tað skulu tit her eftir. Biðið, og tit skulu fáa, og tit vera fullir av gleði. Higartil havi eg talað til tykkara í líknilsum, men tann tíð kemur, tá ið eg skal tala beint fram til tykkara um Pápa mí…
Les meira »
Hann sigur sannleikan um synd, rættvísi og dóm
06.05.2023
Men nú fari eg aftur til hansara, sum hevur sent meg, og eingin tykkara hevur spurt, hvar eg fari. Sorgin hevur fylt hjarta tykkara, av tí at eg havi sagt tykkum tað, men satt at siga er tað best fyri tykkum, at eg fari burtur. Tí fari eg ikki burtur, kann Heilagi Andin ikki koma, men fari eg burtur, kann eg senda hann til tykkara. Og tá ið hann k…
Les meira »
At finna sína egnu bøn Í Bíbliuni
04.05.2023
Káin fann sína. Dávid kongur somuleiðis. Jesus við. Bóðu sostatt til Guds. Mangar eru bønirnar í Bíbliuni bidnar bæði í sorg og í gleði. Bønirnar í Faðirvár, sum bæði eru einfaldar og djúpar í gleði og í sorg. Sorgin t.d. í Getsemane urtagarði, har Jesus inniliga biður Gud um at sleppa undan lagnuni langa fríggjadag. Bíbliunnar egna bønabók   E…
Les meira »
Vit skilja ikki, hvat hann meinar við
29.04.2023
Um stutta tíð síggja tit meg ikki longur, men so skulu tit stutt eftir aftur síggja meg.“ Nakrir av lærusveinunum spurdu hvør annan: „Hvat meinar hann við, tá ið hann sigur: „Um stutta tíð síggja tit meg ikki longur, men so skulu tit stutt eftir aftur síggja meg?“ Og at hann fer aftur til pápan? Vit skilja ikki, hvat hann meinar við.“ Gloymir ver…
Les meira »
Presturin og gudloysingurin
26.04.2023
Tað kom eitt hefti her í postinum, nakað fyri jól. Tað var frá Bíbliufelagnum.   Og nú skal eg lesa eina frásøgn fyri tær úr hesum hefti. Frásøgnin er úr einum býi, sum eitur Tbilisi. Hann liggur í einum landsparti, sum eitur Georgia í Russlandi. Hann er beint sunnan fyri Kavkasusfjøllini.   Ein prestur fór ein dagin at ferðast við tokinum. Í t…
Les meira »
Hin góði hirðin
22.04.2023
Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt í vága fyri seyðirnar. Hirðin, sum ikki eigur seyðirnar sjálvur, røktar teir einans fyri lønina, men er ikki góður hirði. Hann rýmir, um hann sær úlvin koma, og leggur einki í seyðirnar, men letur úlvin leypa á og spjaða teir. Eg eri hin góði hirðin. Eg kenni mínar seyðir, og teir kenna meg,…
Les meira »
Legg hond tína á síðu mína
15.04.2023
Sama kvøldið komu lærusveinarnir saman. Teir høvdu stongt hurðarnar av ótta fyri jødunum. Brádliga stóð Jesus teirra millum og heilsaði teimum.   Hann vísti teimum hendur sínar og sárið í síðuni, og nú vórðu lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu, at tað var Jesus. Jesus segði við teir: „Eins og Pápin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykku…
Les meira »
Hann er risin upp frá deyðum
09.04.2023
Leygarkvøldið, tá ið hvíludagurin var farin, fóru Maria Magdalena, Salome og Maria, mamma Jákups at keypa væl angandi olju at salva líkið við. Tíðliga sunnumorgunin, fyrsta dag í vikuni, skundaðu tær sær út til grøvina um sólarris. „Hvør kann hjálpa okkum at rulla steinin frá gravarmunnanum?“ spurdu tær hvørja aðra, tí steinurin var ógvuliga stóru…
Les meira »
Hoyr Bíbliuna upplistna – allastaðni og altíð!
08.04.2023
Gleðiligar páskir – allir føroyingar!   Á páskum hoyra vit um, hvussu gott vinarlag og felagskapur eftir stuttari tíð kann sindrast. Lærusveinarnir høvdu í heili trý ár fylgst við Jesusi og lært hann og boðskapin at kenna í orðið og verki; ein fullkomin útbúgving til eitt fullkomið lív, kundi ein hugsa.   Men so fór alt í upploysn! Allir lærusv…
Les meira »
Skírhósdagur: Hin heilaga kvøldmáltíðin
06.04.2023
Fyrsta dagin í høgtíðini komu lærusveinarnir til Jesus og spurdu hann: „Hvar vilt tú, at vit gera alt til reiðar at eta páskamáltíðina?“   Hann bað teir fara inn í býin og finna ein ávísan mann. „Sigið honum, at meistari tykkara hevur sagt: „Nú styttist; eg vil halda páskir hjá tær saman við lærusveinum mínum.“ Teir gjørdu, sum Jesus hevði biðið…
Les meira »
Sí kongur tín til tín kemur
01.04.2023
Tá ið teir nærkaðust Jerusalem og vóru komnir til Betfage við Oljufjallið, sendi Jesus tveir lærusveinar undan og segði við teir: „Farið tit inn í bygdina her frammanfyri. Tá ið tit koma hagar, síggja tit eitt esil standa bundið saman við fyli sínum. Loysið tey og leiðið mær tey higar. Um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at tað er…
Les meira »
Fimm spurningar til Mikkjal Paula Johansen
30.03.2023
Nær ella hvar lesur tú í Bíbliuni? Eg og konan lesa ofta heima um kvøldið, tá friður er. Vit brúka eina andaktsbók, sum eitur „Dagligt Breyð“ og so taka vit ofta eitt umfar við Kinaskak aftaná. Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni? Tað eru serliga tvær søgur í Bíbliuni, sum hugtaka meg. Onnur er líknilsið um tann burturvilsta sonin, og hin er fr…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 6
29.03.2023
Jesus verður tornakrýndur   Tá tók Pilatus Jesus og húðflongdi hann. Men hermenn landshøvdingans fóru við Jesusi inn í borgina og fingu saman um hann alla manningina. Og teir lótu hann úr og hongdu eina skarlaksskikkju upp á hann og flættaðu eina ein sevlegg í høgru hondina; og teir fullu á knæ framman fyri honum og hildu hann fyri háð og tóku at…
Les meira »
Eg gevi meg undir Guds vilja
25.03.2023
Tá ið Elisabet var komin í sætta mánað, sendi Gud eingilin Gabriel til bygdina Nasaret í Galilea. Har búði ein ung genta, sum æt Maria. Hon var jomfrú og trúlovað við Jósefi, einum manni, sum var av Dávids ætt. Eingilin kom inn til hennara og segði: „Hey, Maria! Gud hevur valt teg. Tú ert serstøk í hansara eygum.“ Maria var illa við av hesi heils…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 5
22.03.2023
Ákæran – Jesus fyri Pilatusi   Men Jødarnir gingu ikki inn í borgina, at teir ikki skuldu gerast óreinir, men kundu eta páskalambið. Pilatus fór tí út til teirra og segði: „Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?“ Teir svaraðu og søgdu við hann: „Var hann ikki ein illgerðarmaður, tá høvdu vit ikki verið komnir til tín við honum.“   Tá segði Pil…
Les meira »
Fimm breyð og tveir fiskar
18.03.2023
Eftir hetta fór Jesus av stað til Galilea og sigldi yvir um Genesaretvatnið, sum eisini verður nevnt Tiberiasvatnið. Nógv menniskju fylgdu honum, tí tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi, tá ið hann grøddi tey sjúku. Hann fór niðan á eitt fjall og setti seg har saman við lærusveinunum. Hetta var stutt fyri páskir. Jesus hugdi upp og sá eina stóra fjø…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 4
14.03.2023
Jesus fyri ráðnum – tey følsku vitnini   Men høvuðsprestarnir og hinir elstu og alt ráðið royndu at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; og teir funnu ongan, tí at mangir søgdu rangan vitnisburð móti honum; men vitnisburðir teirra komu ikki á samt.   Men at endanum komu tveir fram og søgdu rangan vitnisb…
Les meira »
Jesus rak út ein óndan anda
11.03.2023
Jesus rak út ein óndan anda, sum hevði gjørt ein mann málleysan. Men tá ið óndi andin var farin út, talaði hin málleysi, og fólkið undraðist. Nøkur teirra søgdu: „Tá ið hann rekur út óndar andar, fær hann hjálp frá Beelsebul, høvdinga óndu andanna.“ Summi vildu freista hann og kravdu eitt tekin av honum sum prógv um, at hann var sendur av Gudi.  …
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 3
08.03.2023
Í garðinum hjá høvuðsprestinum: Og teir førdu hann fyrst til Annasar; tí at hann var verfaðir Kajfasar, sum var høvuðsprestur tað árið. Men tað var Kajfas, sum hevði givið Jødunum tað ráð, at tað var gagnligt, at ein maður doyði fyri fólkið.   Men Símun Pætur og ein annar lærusveinur fylgdu Jesusi langt aftaná líka til borgargarðin hjá høvuðspres…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 2
06.03.2023
Svik Judasar: Og alt fyri eitt, meðan hann enn talaði, sí, tá kom Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein heilur flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og Farisearunum og hinum skriftlærdu og fólksins elstu; og teir komu hagar við kyndlum og lampum.   Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: „Tann, sum…
Les meira »
Hjálp mær, Harri
04.03.2023
Jesus fór nú úr Galilea og ferðaðist til bygdirnar Tyrus og Sidon.   Har kom ein kvinna, sum ikki var jødi, til hansara og rópti: „Hjálp mær, Harri, dóttir mín er stødd í neyð av einum óndum anda.“ Jesus ønti henni ikki aftur, men lærusveinarnir søgdu við hann: „Fá hana burtur hiðani, hon gongur og rópar eftir okkum.“ Jesus svaraði henni: „Eg e…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 1
01.03.2023
Í Getsemane: Og tá ið teir høvdu sungið lovsangin, fór Jesus, sum hann var vanur, yvir um løkin Kedron út til Oljufjallið; men lærusveinar hansara fylgdust eisini við honum.   Tá sigur Jesus við teir: „Í hesi nátt munnu tit allir fáa meinboga av mær; tí at skrivað stendur: „Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.“ Men aftan á t…
Les meira »
Menniskjan livir ikki bara av breyði
25.02.2023
Heilagi Andin førdi nú Jesus út í oyðimørkina, so Djevulin kundi freista hann. Har fastaði hann í 40 dagar og nætur og hungraði til endans. So kom freistarin til hann: „Ert tú veruliga Guds sonur, so sig, at hesir steinarnir skulu verða breyð.“ Jesus svaraði:“ Í Skriftini stendur, at menniskjan livir ikki bara av breyði, men eisini av hvørjum orði…
Les meira »