Av sonnum sigi eg tykkum: Gud fyrigevur menniskjum alla gudsspottan og øll lógarbrot, men spotta tey Heilaga Andan, fáa tey ikki fyrigeving.
Og um onkur talar ilt um meg, Menniskjusonin, kann hann eisini fáa fyrigeving, men tann, sum talar ímóti Heilaga Andanum, fær ikki fyrigeving - hvørki nú ella í tí komandi heimi.
Annaðhvørt er eitt træ gott og ber góða frukt, ella er tað ringt og ber ringa frukt. Træið man kennast av fruktini. Tykkara ólukkudýr, hvussu kunnu tit tala nakað gott, tá ið tit sjálv eru ónd? Munnur mælir tað, sum hjartað er fult av. Eitt gott menniskja býtir út góðar gávur av sínum góða hjarta, og eitt ónt menniskja býtir út óndskap av sínum ónda hjarta. Men minnist til, at á dómadegi skulu tit standa til svars fyri hvørjum tómum orði, tit hava talað. Annaðhvørt vilja orð tykkara frídøma tykkum ella døma tykkum.“
Nakrir av teimum skriftlærdu og farisearunum søgdu við hann: „Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt prógv um, hvør tú ert.“ „Tað eru bara ónd menniskju, sum ikki trúgva á Gud, ið krevja prógv.“ segði Jesus. „Men tit fáa ikki annað enn Jónasar teknið. Jónas profetur var í havdýrinum í tríggjar dagar og tríggjar nætur, og somuleiðis skal eg, Menniskjusonurin, vera undir moldum í tríggjar dagar og tríggjar nætur.
Á dómadegi fara tey, sum búðu í Ninive, at rísa upp saman við tykkum og ákæra tykkum. Tey vendu um, tá ið Jónas boðaði teimum, hvat annars fór at henda, og her er nakað, sum er størri enn Jónas. Drotningin úr Saba fer eisini at rísa upp frá deyðum og ákæra tykkum. Hon ferðaðist langa leið at hoyra vísdóm Sálomons kongs. Og her er nakað, sum er størri enn Sálomon.
Matt. 12,31-42
Nýggi Sáttmálin
12.s.e. tríeindardag
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen