Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjørnunum, og á jørðini verða fólk full av angist. Tey vita ikki, hvat tey skulu gera við tað brúsandi havið.
Himmalsins kreftir skulu skakast, og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum koma skal yvir jørðina. Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í skýggjunum í øllum sínum veldi og dýrd. Tá ið hetta fer at henda, tá rættið ryggin og lyftið høvdum tykkara, tá verða tit skjótt fríað.“
Jesus greiddi teimum frá hesum við einum líknilsi: „Hyggið at fikutrænum og øllum øðrum trøum,“ segði hann. „Tá ið tey spretta, vita tit, at summarið er í nánd. Á sama hátt er við Guds ríki. Tá ið tit síggja alt hetta henda, vita tit, at tað er í nánd. Og alt hetta hendir, meðan tit eru á lívi. Himmal og jørð skulu ganga undir, men tað, eg sigi, heldur til allar tíðir.
Nú eru tit ávarað. Men verða tit upptikin av veitslum, drykkjuskapi og fara at stúra fyri gerandisdegnum, verða tit dølsk. So kemur dagurin óvart á tykkum. Tí at hann kemur á øll menniskju um alla jørðina.
Verið tit tí vakin! Biðið um, at tit verða før fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at tit á tí degi eru til reiðar at standa andlit til andlits við meg, Menniskjusonin.“
Luk. 21,25-36
2.s. í advent
Nýggi Sáttmálin
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen