Lurta
Jóannes er meira enn ein profetur
10.12.2022

Jóannes doyparin hevði frætt um Jesu verk í fongslinum. Hann sendi nakrar av lærusveinum sínum til Jesus at spyrja hann: „Ert tú tann, sum skalt koma, ella skulu vit vænta ein annan?“

 

„Farið til Jóannesar,“ segði Jesus, „og sigið honum, hvat tit sjálvir hava sæð: Deyv hoyra, og blind fáa sjón, lamin ganga, spitølsk verða rein, deyð rísa upp, og gleðiboðskapurin um Guds ríki verður boðaður fátækum. Tit hava sæð, at Gud vælsignar tann, sum ikki tekur frástøðu frá mær.“

 

Tá ið teir vóru farnir avstað, fór Jesus at tala um Jóannes: „Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? At síggja grasið sveiggja í vindinum? Sjálvsagt ikki.

 

Fóru tit út at síggja ein stásklæddan mann? Nei, heldur ikki. Tey, sum eru stásklødd, eru í kongsborgum. Men hvat fóru tit út til? At síggja ein profet? Ja - og eg sigi tykkum, at Jóannes er meira enn ein profetur. Tí at hann er tann, sum skrivað stendur um:


Eg sendi eingil mín undan tær. Hann skal greiða vegin fyri tær.


Matt. 11,2-10

3.s. í advent
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen