Lurta
Tað, sum verður sáað, er boðskapurin um Gud
11.02.2023

Ein dagin komu nógv fólk saman frá bygdunum har í nánd. Jesus segði teimum eitt líknilsi:


„Ein bóndi fór út í veltuna at sáa sáð sítt. Sumt fall á vegin og varð niðurtraðkað, og fuglarnir komu og ótu tað upp. Sumt fall á hellubotn, og tað vaks upp, men følnaði, tí tað fekk onga vætu. Sumt fall millum tornir, og tær vuksu upp og køvdu kornið. Men sumt fall í góða jørð, og tað vaks upp og gav hundraðfaldan ávøkst.“ So rópti hann: „Tað ræður um at fata tað, eg sigi.“


Lærusveinarnir spurdu Jesus, hvat líknilsið hevði at týða. Hann segði: „Tit fáa loyndarmálið um Guds ríki at vita beinleiðis. Men hini mugu hoyra tað í líknilsum, so at tey kunnu síggja, men ikki fata; og hoyra, men ikki skilja. Eg skal siga tykkum, hvat líknilsið hevur at týða.


Tað, sum verður sáað, er boðskapurin um Gud. Tey fram við vegnum eru tey, sum hoyra. Men so kemur Djevulin og tekur orðið úr hjarta teirra, so tey ikki skulu trúgva og verða frelst.


Tey á hellubotni eru tey, sum við gleði taka ímóti orðinum, tá ið tey hoyra tað, men tey hava onga rót, tí halda tey ikki á. So skjótt tað gongur ímóti, falla tey frá.


Sáðið, sum fall millum tornir, eru tey, sum taka við gleðiboðskapinum eina tíð, men verða seinni meira bundin av ríkidømi, njótingum og dagligari stúran, og gleðiboðskapurin gevur ongan ávøkst.


Men tað í tí góðu jørðini eru tey, sum hoyra gleðiboðskapin um Gud og fylgja honum av heilum huga. Tey geva ikki upp, men halda fast um hann, so Gud fær ávøkst ígjøgnum tey.

 

Luk. 8,4-15
Seksagesima sunnudagur
Nýggi Sáttmálin