Tá kom Jesus úr Galilea til Jordanánna at verða doyptur av Jóannesi.
Men Jóannes bar seg undan og segði: „Hví kemur tú til mín at verða doyptur? Tað skuldi heldur verið tú, sum doypti meg.“
Jesus svaraði: „Doyp meg kortini. Tí soleiðis gera vit, sum Gud vil.“
Jóannes eftirlíkaði og doypti hann.
Í tí Jesus steig upp úr vatninum, opnaðist himmalin, og hann sá Guds Anda koma yvir seg sum ein dúgva. Og ein rødd av himli segði: „Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi valt.“
Matt. 3,13-17
Sunnudagur í føstuinngangi
Nýggi Sáttmálin
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen