Jesus rak út ein óndan anda, sum hevði gjørt ein mann málleysan. Men tá ið óndi andin var farin út, talaði hin málleysi, og fólkið undraðist.
Nøkur teirra søgdu: „Tá ið hann rekur út óndar andar, fær hann hjálp frá Beelsebul, høvdinga óndu andanna.“ Summi vildu freista hann og kravdu eitt tekin av honum sum prógv um, at hann var sendur av Gudi.
Men Jesus kendi hugsan teirra og segði: „Eitt land, sum er í kríggj við seg sjálvt, legst í oyði, og familjur stríðast hvør móti aðrari. Um Satan var í stríði við seg sjálvan, hvussu kundi hann tá varðveitt sítt vald? Tit siga meg reka út óndar andar við Beelsebul. Er tað satt, hvør hjálpir so fólki tykkara at reka óndar andar út? Latið tey gera av, um tit hava rætt. Men um eg reki út óndu andarnar við Guds hjálp, so er tað tekin um, at Gud hevur valdið.
SJEY ANDAR, SUM ERU VERRI ENN HANN SJÁLVUR
Satan kann verða líknaður við ein sterkan mann, sum verjir heim sítt við vápnum, so hann kann hava sínar ognarlutir í friði. Men kemur ein, sum er sterkari enn hann og vinnur á honum, so tekur hann øll vápnini, sum hann leit á, frá honum. Hann tekur allar ognarlutirnar frá honum og býtir teir út. Tann, sum ikki er við mær, er ímóti mær. Tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur.
Tá ið ein óndur andi er farin úr einum menniskja, strýkur hann um í oyðimørkini at finna sær ein bústað; men hann finnur ongan. Tí ger hann av at fara aftur til bústaðin, hann varð rikin úr. Og tá ið hann finnur hann, sær hann, at húsið er vaskað og prýtt, so fer hann og tekur 7 aðrar andar við sær, sum eru verri enn hann sjálvur, og flytur inn saman við teimum. Og soleiðis kann tað seinna hjá tí menniskja verða verri enn hitt fyrra.“
Meðan hann talaði, var ein kvinna ímillum áhoyrararnar, sum rópti til hansara: „Eydnurík er mamma tín, sum hevur bæði føtt teg og havt teg á brósti.“ Men hann svaraði: „Ja, men eydnurík er tey, sum hoyra Guds orð og halda seg til tað.“
Luk. 11,14-28
3. s. í. føstu
Nýggi Sáttmálin
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen