Lurta
Fimm breyð og tveir fiskar
18.03.2023

Eftir hetta fór Jesus av stað til Galilea og sigldi yvir um Genesaretvatnið, sum eisini verður nevnt Tiberiasvatnið. Nógv menniskju fylgdu honum, tí tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi, tá ið hann grøddi tey sjúku. Hann fór niðan á eitt fjall og setti seg har saman við lærusveinunum. Hetta var stutt fyri páskir.


Jesus hugdi upp og sá eina stóra fjøld av fólki koma niðan ímóti sær. Tá segði hann við Filip: „Hvar kunnu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?“ Hann visti væl sjálvur, hvat hann ætlaði sær at gera, men hann spurdi fyri at royna hann. Filip svaraði honum: „Um vit so keypa breyð fyri eina ársløn, er tað ikki nóg mikið, at tey fáa ein lítlan bita hvør.“ Andrias, lærusveinur og beiggi Símun Pæturs, segði: „Her er ein smádrongur, sum hevur fimm breyð og tveir fiskar, men tað er ikki nóg mikið til so nógv fólk.“ Jesus segði: „Fáið øll at seta seg niður.“

 

Har var nógv gras á staðnum, og fólkið, umleið 5000 í tali, settu seg. So tók Jesus breyðini, bað eina takkarbøn og býtti tey til teirra. Síðan tók hann eisini fiskarnar og býtti teir til teirra, og øll kundu eta seg mett. Tá ið tey vóru liðug at eta, segði hann við lærusveinarnar: „Savnið nú avlopið saman, so at einki fer til spillis.“ Teir so gjørdu og hentaðu upp í 12 kurvar av molum, so nógv var avlopið av teimum fimm breyðunum.


Fólk skiltu, at Jesus hevði víst teimum eitt tekin, og tey søgdu hvør við annan: „Hann er profeturin, vit hava bíðað eftir.“ Tá skilti Jesus, at tey ætlaðu at koma og taka hann við valdi og gera hann til kong, tí fór hann longri niðan á fjallið fyri at sleppa burtur frá teimum.


Jóh. 6,1-15
Miðføstusunnudagur
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen