Lurta
Mettað av sjey breyðum
22.07.2023

Hesa tíðina var aftur nógv fólk savnað um Jesus, og tey høvdu einki at eta.


Jesus kallaði teir 12 saman og segði: „Eg stúri eitt sindur fyri fólkinum. Nú hava tey verið her í tríggjar dagar, og tey hava einki at eta. Sendi eg tey svong heim, fáa tey maktarloysi á vegnum, og summi av teimum hava langan veg.“


Og lærusveinarnir svaraðu: „Hvaðani skulu vit fáa breyð til alt fólkið her úti í oyðimørkini?“ Men Jesus spurdi: „Hvussu mong breyð hava tit?“ „Sjey,“ svaraðu teir.


Jesus bað fólkið seta seg niður, so tók hann tey 7 breyðini og takkaði Gudi fyri tey, breyt tey sundur og gav lærusveinunum tey at býta út til fólkið.


Teir høvdu eisini nakrar smáfiskar. Jesus vælsignaði teir og bað lærusveinarnar býta teir út. Øll ótu seg mett. Hóast tey vóru umleið 4000 í tali, sum høvdu etið, so fyltu teir upp í 7 kurvar av avlopi. Jesus læt tey so fara frá sær, men sjálvur fór hann í bátin saman við lærusveinunum og kom til bygdarløgini við Dalmanuta.

 

Mark. 8,1-9
7. s. trinitatis

Nýggi Sáttmálin