Jesus segði við lærusveinarnar: „Einaferð var ein ríkur maður, sum hevði ein umsitara.
Ein dagin frætti hann, at umsitarin oyðslaði ognir hansara burtur. So hann kallaði hann til sín og segði: „Hvat er tað, eg frætti um teg? Tú mást gera roknskapin upp, tí eg kann ikki hava teg sum umsitara longur.“
Og umsitarin segði við seg sjálvan: „Hvat skal eg nú gera, tá ið harri mín hevur koyrt meg til hús? Eg havi ikki heilsu til hart arbeiði, og at bidda komi eg mær ikki. Jú, nú veit eg. Eg má fáa mær vinir, sum vilja bjóða mær heim til sín, sjálvt um eg missi arbeiðið.“ Hann kallaði til sín allar, sum stóðu í skuld til harra hansara og avroknaði við ein í senn.
„Hvussu nógv skyldar tú harra mínum?“ spurdi hann tann fyrsta. „4.000 litrar av olivinolju,“ svaraði maðurin. Umsitarin gav honum skuldarbrævið og bað hann skriva 2.000 litrar.
„Og hvussu nógv skyldar tú?“ spurdi hann tann næsta. „40 tons av hveiti,“ segði hann. „Her er skuldarbræv títt,“ segði umsitarin, „og skriva tú 30 tons.
“Tá ið tann ríki maðurin var varur við hetta, rósti hann sínum óreiðiliga umsitara, tí at hann hevði borið seg klókt at. Heimsins børn bera seg klókari at enn ljósins børn. Og eg sigi tykkum: Brúkið verðslig virði til at fáa tykkum vinir, tí ein dag eru pengarnir uppi, og so hava tit hesi at taka ímóti tykkum í himli.
Luk. 16,1-9
9. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin