Á ferð til Jerusalem var Jesus komin til markið ímillum Samaria og Galilea.
Tá ið hann kom inn í eina bygd, komu 10 spitalskir menn ímóti honum. Teir steðgaðu eitt sindur burturfrá og róptu á hann: „Jesus, Meistari, tú mást hjálpa okkum.“
Tá ið hann sá teir, segði hann við teir: „Farið til prestarnar, so síggja teir, at tit eru grøddir.“ Teir fóru avstað, og meðan teir gingu, hvurvu sárini.
Ein teirra vendi aftur, tá ið hann sá, at hann var frískur. Hann takkaði Gudi og kastaði seg niður fyri føturnar á Jesusi, og haraftrat var hann ein, ið jødar ikki vilja hava samband við – ein maður úr Samaria.
Og Jesus segði við hann: „Vóru tit ikki 10, ið vórðu frískir? Hvar eru hinir 9? Var tað bara hesin fremmandi, sum vendi aftur at geva Gudi æruna?“ Og hann segði við hann: „Statt upp, og far tú heim. Trúgv tín hevur frelst teg.“
Luk. 17,11-19
Nýggi Sáttmálin