Lurta
Hyggið her...
19.11.2022

„Varið tykkum fyri teimum skriftlærdu, teimum dámar væl at fólk heilsa teimum, tá ið teir ganga á torginum í sínum vøkru kappum, og teimum dámar væl at sita fremstir í synagogunum og at fáa teir bestu sessirnar við veitsluborðini. Teir eta einkjur út úr húsum teirra og halda langar bønir, so teir skulu verða sæddir av fólki. Men Guds dómur verður tess harðari.“

 

Jesus setti seg beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, meðan fólk góvu templinum pengar.


Har vóru mong rík, ið góvu nógv, men har kom eisini ein fátæk einkja, sum legði tveir smámyntir í. Og Jesus rópti lærusveinarnar til sín og segði við teir: „Hyggið her, henda fátæka einkjan. Hon hevur givið meira enn øll hini, sum hava latið templinum gávu í dag.


Tí hini góvu av sínum avlopi, meðan hon gav av sínum fátækdómi – alt, sum hon átti, tað seinasta oyrað, hon hevði at liva av.“


Mark. 12,38-44

Síðsti s.e. tríeindardag
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen