Lurta
Nýggj Bíblia á veg
20.11.2020

Hesa vikuna er bræv frá Føroyska Bíbliufelagnum komið í hvørt hús í landinum.

 

Í brævinum verður heitt á allar føroyingar um at stuðla nýggju føroysku bíbliuútgávuni.

Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum hevur umsett Bíbliuna; undandikið sálmarnar, sum David Johannesen hevur umsett. Í løtuni leggja gudfrøðingar og onnur úr kirkjum og samkomum kring landið seinastu hond á. Fróðskaparsetur Føroya er eisini við í málsliga arbeiðinum.


Bíbliufelagið arbeiðir við at fáa Bíbliuna út skjótt, men fyri at náa á mál er tørvur á stuðli frá tykkum øllum. Tí heita vit á øll, kvinnur og menn, ung og gomul, um at standa saman um at geva Bíbliuna út í nýggjari týðing.

 

Stuðul kann latast á kontu í BankNordik: 6460 - 382.873.7

 

HJARTANS TØKK FYRI STUÐULIN!

 

Nærri kunning fæst við at ringja til Gunnar K. Nattestad, aðalskrivara, á tlf. 787826.

 

 

Brævið frá Bíbliufelagnum, til øll húski í landinum, kann takast niður her...