Lurta
Hjálp mær, Harri
04.03.2023

Jesus fór nú úr Galilea og ferðaðist til bygdirnar Tyrus og Sidon.

 

Har kom ein kvinna, sum ikki var jødi, til hansara og rópti: „Hjálp mær, Harri, dóttir mín er stødd í neyð av einum óndum anda.“


Jesus ønti henni ikki aftur, men lærusveinarnir søgdu við hann: „Fá hana burtur hiðani, hon gongur og rópar eftir okkum.“


Jesus svaraði henni: „Eg eri bara sendur higar at hjálpa teimum jødum, ið eru burturvilstir.“


Men kvinnan kom og legði seg á knæ fyri honum og bað: „Hjálp mær, Harri.“

 

„Tað er ikki rætt at taka breyðið frá børnunum og blaka hundunum tað,“ segði Jesus við hana.


„Rætt er tað, Harri,“ svaraði hon, „men hundarnir eta molarnar, sum detta niður av borðinum.“


„Stór er trúgv tín, kona, tú fært tað, sum tú biður um.“ Og dóttir hennara var frísk í somu stund.


Matt. 15,21-28

2. s. í føstu
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen