Lurta
Skírhósdagur: Hin heilaga kvøldmáltíðin
28.03.2024

Fyrsta dagin í høgtíðini komu lærusveinarnir til Jesus og spurdu hann: „Hvar vilt tú, at vit gera alt til reiðar at eta páskamáltíðina?“

 

Hann bað teir fara inn í býin og finna ein ávísan mann. „Sigið honum, at meistari tykkara hevur sagt: „Nú styttist; eg vil halda páskir hjá tær saman við lærusveinum mínum.“ Teir gjørdu, sum Jesus hevði biðið teir, og gjørdu páskamáltíðina til reiðar.

 

Ein av tykkum fer at svíkja meg

 

Um kvøldið settist Jesus saman við lærusveinunum til borðs, og meðan teir ótu, segði hann: „Eg havi nakað at siga tykkum. Ein av tykkum fer at svíkja meg.“ Teir vórðu ógvuliga harmir og spurdu hvør eftir annan: „Tað man tá ikki vera eg, Harri?“

 

Jesus svaraði: „Tað er ein, ið situr her og etur saman við mær. Hann fer at svíkja meg. Eg, Menniskjusonurin, fari at doyggja, soleiðis sum skrivað stendur. Men neyðars maður, sum svíkur meg. Hann fer at ynskja, at hann aldri var føddur.“ Judas, svíkjarin, segði eisini: „Tað man tá ikki vera eg, Harri?“ Og Jesus svaraði: „Tú segði tað sjálvur.“

 

Meðan teir ótu, tók Jesus eitt breyð. Hann vælsignaði tað, breyt tað sundur og gav lærusveinunum og segði: „ Fáið tykkum og etið tað; hetta er likam mítt.“ Síðan tók hann eisini eitt bikar við víni, takkaði Gudi, sendi bikarið runt og segði: „Drekkið allir úr hesum; hetta er blóð mítt.

 

Ein nýggjur sáttmáli

 

Eg verði tikin av døgum fyri mong, og við blóði mínum verður grundaður ein nýggjur sáttmáli ímillum Gud og menniskju, so øll kunnu fáa fyrigeving fyri tað, tey hava gjørt skeivt. Eg sigi tykkum: Eg skal ikki aftur drekka vín, fyrr enn eg drekki nýtt vín saman við tykkum í ríki Pápa míns.“

 

Síðan sungu teir páskasálmarnar, og eftir tað fóru teir út til Oljufjallið.

 

Skírhósdagur
Matt. 27,17-30
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen