Men landsmenn hansara hataðu hann og sendu sendiboð til hitt landið at siga: „Vit vilja ikki hava hann til kong!“ Kortini kom maðurin aftur sum kongur. Hann sendi boð eftir teimum 10 tænarunum, sum høvdu fingið pening at handla við, at vita, hvat teir høvdu fingið burturúr.
Tann fyrsti kom fram og segði: „Pengar tínir hava givið tíggjufalt av sær.“ „Tað var væl gjørt!“ segði kongurin, „tú hevur verið mær ein góður tænari. Av tí at eg kundi líta á teg í tí minsta, skalt tú fáa ábyrgd av 10 býum.“
Tann næsti steig fram og segði: „Pengar tínir hava givið fimmfalt.“ „So skalt tú ráða yvir 5 býum,“ svaraði kongurin.
Men tá ið hin triði steig fram, segði hann: „Her hevur tú pengar tínar, harri, eg havi havt teir liggjandi í einum turriklæði, til tú komst aftur. Eg ræddist teg, tí tú ert ein strangur maður. Tú tekur, sjálvt um tú ikki hevur givið, og heystar tað, sum tú ikki sáddi.“ „Tú hevur verið mær ein ringur tænari.“ svaraði kongurin; „Tíni egnu orð hava dømt teg. Tú visti, at eg eri ein strangur maður, sum taki, sjálvt um eg ikki havi givið, og heysti inn, sjálvt um eg ikki havi sátt. Hví setti tú ikki pengarnar í bankan, so eg kundi fingið teir aftur við rentu?“
Kongurin segði við tey, sum har stóðu: „Takið pengarnar frá honum og gevið honum teir, sum tíggjufaldaði sína upphædd.“ „Men hann hevur longu 1000 denarar,“ svaraðu tey. „Ja,“ segði kongurin, „men einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið; men frá honum, sum ikki hevur, skal eisini tað, sum hann hevur, verða tikið. Og takið fíggindar mínar, sum ikki vilja hava meg til kong, og høggið teir niður fyri eygunum á mær!“
Tú lurtaði ikki eftir Gudi
Jesus helt ferðina fram til Jerusalem. Tá ið hann var komin til bygdirnar Betfage og Betania við Oljufjallið, sendi hann tveir av lærusveinunum undan sær og segði við teir: „Farið inn í bygdina her framman fyri tykkum; og tá ið tit koma hagar, finna tit eitt asnafyl standa bundið, sum eingin enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið mær tað higar. Og um onkur spyr tykkum, hví tit loysa tað, skulu tit svara: „Harrin skal brúka tað.“
Teir báðir lærusveinarnir fóru inn í bygdina og funnu asnafylið, soleiðis sum Jesus hevði sagt teimum. Tá ið teir loystu tað, komu tey, sum áttu asnafylið, og spurdu, hví teir loystu tað. „Tí,“ søgdu teir, „Harrin skal brúka tað.“
Teir fóru við tí og leiddu tað til Jesus og løgdu klæði síni á tað. Jesus setti seg upp á tað. Og meðan hann reið, breiddu tey klæði síni á vegin framman fyri honum. Tá ið hann var á veg oman av Oljufjallinum, tók allur flokkurin undir at lova og takka Gudi við harðari rødd fyri allar kraftargerðir, tey høvdu sæð. Tey søgdu: „Gud vælsigni kongin, hann kemur í Harrans navni. Friður á himli, og ljómi hjá Gudi.“
Nakrir av farisearunum í fjøldini søgdu: „Meistari, bið lærusveinarnar tiga.“ Men Jesus svaraði: „Um hesir tiga, fara steinarnir at rópa.“ So reið hann nærri, og tá ið hann sá býin, græt hann um hann. „Hevði tú tó bara skilt, um so ikki fyrr enn í dag, hvat tú skuldi gjørt fyri at liva í friði,“ segði hann. „Men tú veitst tað ikki nú, tí skjótt fara fíggindar tínir at laða ein garð rundan um teg og kringseta teg og leypa á teg úr øllum ættum. Teir slætta teg við jørðina, og alt fólkið í tær verður dripið. Har verður alt lagt í oyði, tí tú ikki lurtaði eftir Gudi.“
Jesus fór inn á tempulplássið og fór at reka tey út, sum har keyptu og seldu. Hann segði: „Hava tit gloymt, hvat stendur í Bíbliuni: „Hús mítt skal vera eitt bønhús, men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.“
So fór Jesus at læra dagliga í templinum. Bæði prestarnir, teir skriftlærdu og fólksins leiðarar royndu at fáa hann av vegnum, men teir vistu ikki, hvussu teir skuldu gera, tí hann var umringaður av fólki, sum vildu hoyra, hvat hann segði.
Luk. 19,14-48
10. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen