Vit biðja teg, Gud, ver vernd og verja hjá hesum fólki, har býr. Vit biðja fyri Bíbliufelagnum og kirkjunum í Ukraina - at teimum verður unnað at finna eina friðarsemju, ið ber vón og kærleika í øllum ruðuleikanum, har ræður.
Miskunnsami Gud!
Við sorg og vónloysi hoyra vit tíðindi um kríggj og líðingar í landinum. Vit høvdu vónað og biðið um, at hetta ikki fór at henda; tó hendir tað. Gud, bumbur falla, menniskju skjóta við skørpum, og menniskju doyggja.
Gud, vit biðja fyri børnunum og teimum, har búgva; øllum, ið rámað verða av hendingunum. Vit biðja fyri teimum, ið ræðið hava í landinum. Gud, legg í hjørtu teirra ein frið, ið kann sigra á hatri og vónloysi.
Gud, vit biðja fyri kirkjunum og teirra leiðarum. Gev teimum hygni og úthaldni at vera ein kærleikans rødd í øllum vónloysinum.
Vit biðja fyri Bíbliufelagnum í Ukraina og teirra týdningarmikla verki til frama fyri landi og fólki.
Hjá tær er skjól mítt, Harri, lat meg onga tíð verða til skammar! Bjarga mær í rættvísi tíni, oyra tínum til mín vend! Hjálp mær í skundi! Ver mær ein verndarklettur, ein varðhalds borg, mær til frelsu! Tí tú ert klettur mín og mín fasta borg. Fyri navns tíns sakir vilt tú meg føra og leiða. (Sálmur 31)
Les allan sálmin her...
Hjálp okkum at hjálpa Bíbliufelagnum í Ukraina.
Flyt stuðulin á konto 9181- 492.922.7
Minst til at viðmerkja: Ukraina.
Stuðulin fer óskerdur til Bíbliufelagið í Ukraina, sum hevur stóran tørv á barnabíblium og bíblium til ung og vaksin.
Vit takka hjartaliga fyri ein og hvønn stuðul.
Føroyska Bíbliufelagið
Les eisini: Stuðla Bíbliufelagnum í Ukraina.