Lurta
Ukraina: Bíbliur verða lætnar hermonnum
17.06.2022

Hernaðarleiðarar bjóða fegnir Bíbliufelagnum við til eina útsendingagudstænastu, áðrenn farið verður út á hermótið; annars øllum, ið ynskja sær eitt Nýggja Testamenti.

 

– Eingin av teimum bodnu takka, nei, sigur Anatoliy Raychynets innan Bíbliufelagið í Ukraina og heldur fram: - Tikið verður ímóti bókini og heilsað verður henni við einum bókakossi og leggja hana síðan í lumman á tænastubúnanum nærmast hjartanum.

 

Sama siga prestarnir, sum eru saman við hermonnunum úti við hermótið. Teir hava við sær tað, hermonnum mest treingja, eitt Nýggja Testamenti; men flestu teirra hava mest umtókta, Bíbliuna.

 

Føroyska Bíbliufelagið sendi 125.000 krónur til Ukrainska Bíbliufelagið 10. mai í ár.

Nú eru bíbliugoymslurnar í Ukraina aftur tómar. Hevur tú hug at vera ein, ið kann hjálpa? Ein Bíblia kostar uml. 40 krónur.


Kontan til endamálið er: 9181-492.922.7
Minst til at viðmerkja: Ukraina.

 

Takkað verður hjartaliga fyri allan stuðul!

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen