Yvirlit yvir mongdina av Bíblium, Nýggja Testamentum og bíbliupørtum, ið býttar vórðu út í 2021, er henda: Meira enn 32,6 milliónir Bíbliur vórðu býttar út um heimin; 2 milliónir meiri enn í 2020; 5,1 milliónir Nýggja Testamenti og 132,1 milliónir bíbliupartar!
Landafrøðiliga soleiðis:
Koronafarsóttin skapti mangar veruligar trupulleikar við útbýtingini.
Heimsins 152 bíbliufeløg megnaðu tó at vinna á útbýtingartrupulleikanum og kundu metta tørvin, sum farsóttin elvdi – takkað verið gevarahuganum frá fjøldum av menniskjum um allan heim.
Umleið tveir triðingar av teimum, býttar vórðu út um heimin, komu frá 10 bibliufeløgum.
Hesi bíbliufeløg lógu á odda: Brasil 5,9 milliónir; USA 2,7 milliónir; Nigeria 2,3 milliónir; India 2,2 milliónir og Filpsoyggjar 1,7 milliónir Bíbliur.
Tørvurin á Bíblium í heiminum er framvegis alstórur og menniskju í milliónatali ynskja sær eina Bíbliu.
Kelda: United Bible Societies
H.D Joensen, umsetti
Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuútgávum og útbýting av Bíblium úti í heimi.
Hjartaliga takk øll tit sum hjálpa okkum at hjálpa.
Ynskja tygum at stuðla Føroyska Bíbliufelagnum við eini peningagávu, kann hetta gerast við at flyta pening á niðanfyri standandi konti ella við
- BankNordik 6460-382.873.7
- Betri Banki 9181-380.777.2
- Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
- Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8
Minst til at viðmerkja: Gáva.
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen