Á leið 200.000 kristin eru í Laos, men flestu av íbúgvunum eru buddistar.
Í 2021 vórðu meira enn 34.000 bíbliur, Nýggja Testamenti og bíbliupartar, býtt út til teirra.
Hetta er fýra ferðir meira enn í 2020.
“Mong trúgvandi, ið fátæk eru, hava fingið atgongd til Guds orð og givin møguleika at verða kend við Gud,” sigur Pairanya Sahassawas, leiðari, hjá bíbliufelagnum í Laos.
Kelda: Bíbliufelagið
H.D. Joensen, umsetti