Lurta
Fimm spurningar til Jastrid Høj
11.08.2022

Nær ella hvar lesi eg í Bíbliuni?


Mær dámar best at lesa í Bíbliuni um morgunin, áðrenn daglidagurin byrjar. Tað kann vera við køksborðið, men sum oftast er tað á skrivstovuni hjá okkum heima.


Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?


Jesus – høvuðspersónurin í Bíbliuni ið øll skriftin í GT peikar fram ímóti Jesusi, sum kemur at frelsa heimin, og NT tekur støði í Hansara lívi og læru. Hann er mín stóra fyrimynd, besti vinur og tann, sum fyllir alt í øllum í mínum lívi.


At lesa um, hvussu hann livdi, hvat hann lærdi og tað, hann gjørdi er bara so fantastiskt. Ápstl. 10:38 lýsir tað so væl: Søguna um Jesus úr Nasaret, hvussu Guð salvaði hann við heilagum anda og kraft, hann sum gekk umkring og gjørdi væl og grøddi øll, sum vóru illa stødd av djevlinum; tí at Guð var við Honum.


Hvat er títt yndisvers ella brot?


Jóhs. 17:3 Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.


Hví skula vit lesa í Bíbliuni?


Gud vísir, hvør hann er ígjøgnum Sítt orð, og tað er grundvøllurin í okkara kristna lívi. Vit mugu eta hvønn dag fyri at liva, og okkara likam veksur og styrkist ígjøgnum heilsugóðan mat. Soleiðis er eisini við okkara andaliga lívi.


Vit mugu inntaka Guds orð dagliga fyri at vaksa og styrkjast andaliga. Persónliga fái eg meir burturúr degnum, havi betri uppmerksemi og kenni meir styrki og vísdóm, tá eg byrji dagin saman við Jesusi í bøn og bíbliulesnað. Tað er eisini lættari at hoyra Guds rødd, verða mint á ting ella persónar, tá eg havi fylt meg við Hansara orði. T.d. kann Heilagi Andin minna meg á at geva eitt orð úr Bíbliuni til ein ávísan persón, sum kemur í mínar tankar.


Ferð aftaná ferð havi eg eisini upplivað Guds orð, sum andaligan heiligvág fyri mítt likam. Tað stendur jú eisini í Orðt. 4:22 at tað er øllum teimum lív, sum finna tað, og øllum likami teirra grøðing. Felagsskapurin við Jesus styrkist við at brúka tíð í Orðinum, tí Hann er Orðið


Hvørja frásøgn vil tú viðmæla einum nýggjum Bíbliulesara?


Frásøgnin um hin burturvilsta sonin í Lukas 15:11-32 er sera góð. Hon gevur vón og trúgv uppá ein Faðir, sum elskar okkum og ynskir tað besta fyri okkara lív og framtíð, óansæð hvat vit hava gjørt ella hava upplivað.

 

Bíbliulesiætlaninin 2021-2022

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen