Lurta
Ein vónarsending: Bíbliur og annað úrval av kristnibókum til krígsherjaða landið, Ukraina.
28.08.2022

 Í summarhálvuni eru sløk 170.000 eintøk Bíbliur og úrval av kristnum bókum send til krígsherjaða landið, Ukraina.

 

Ein vaksandi bíbliueftirspurningur, síðan russiska álopið og at liva umgyrd av deyða og vónloysi, hevur fingið fólk at seta spurningin um lívið og deyðan, segði Anatoliy Raychynets, varastjóri, fyri ukrainska bíbliufelagið.

 

“Sjálvur havi eg handað fólkum í túsundatali bíbliur!” segði Anatoliy. “Dimmið er, tykir mær, við at lætta.”

 

Í seinastu sending vóru 34.000 Bíbliur, skrivaðar á ukrainskum, 7.000 Nýggja testamenti og eisini 57.000 smárit, ætlað sálarligum skelkaðum, eisini við í sendingini.

 

“Hesi eru fólk. Ið flýdd eru og ikki fingu høvi at taka stórvegis við sær,” segði Anatoliy. ”At hava einstakar bíbliupartar tøkar at handa fólki, sum í skundi eru rýmd frá hús og heimi, ið kanska telist 14 milliónir, er av stórum týdningi.”

 

Síðan kríggið byrjaði, hevur ukrainska bíbliufelagið útvegað breyð, fyrstuhjálp, avrit av Bíbliuni. Nú tømist á goymslunum og eftirspurningurin bara økist.

 

Anatoliy sigur, at Bíbliunnar orð ríka teirra gerandisdag almikið. “Hvør dagur tykist tungur og møðismikil”, sigur hann. “Saman við kirkjuni royna vit at gera tað, vit kunna at veita ljós og vón í myrkrinum. Tøkk fyri allan góðan stuðul!”

 

“Íkast tygara, ger tað gjørligt. Íkastið, ið telur meira enn ein millióm pund, verður brúkt til Bíbliuútgávur at lata menniskjum, ið flýggja úr landinum.”

 

“Hetta hevur havt ómetaliga stóran týdning. Síðan kríggið byrjaði, eru umleið 655.700 Bíbliur og onnur kristnirit, og eisini t.d. Nýggja testamenti á ukrainskum og russiskum, vorðið givið til flýggjandi og neyðkomnum, ið rýma mugu undan ræðuleikunum.”

 

“Higartil eru Bíbliur og bíbliupartar latin til Ungarn, Moldova, Pólland, Rumenia og Slovakía, og eisini til flýggjandi ukrainar í Stórabretlandi.

 

Samanumtikið kann verða lagt afturat, at ein gleði og tøkk streymar frá lagsbrøðrum í Ukraina, ið staðið hava fyri bíbliusendingunum til íbúgvarnar í Ukraina, ið búgva undir ómenniskjaligum umstøðum.


Kelda: Bible Society/Hazel Southam
H.D. Joensen, umsetti

 

Føroyska Bíbliufelagið heitir á allar føroyingar at vera við at fylla goymslurnar hjá Ukrainska Bíbliufelagnum.


Ein Bíblia kostar umleið 40,- krónur.


Kontan til endamálið er: 9181-492.922.7
Minst til at viðmerkja: Ukraina.


Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul!