Lurta
Fimm spurningar til Martin Kúrberg
05.10.2022

Nær ella hvar lesur tú í Bíbliuni?

 

Eg lesi hvønn morgun á skrivstovu míni. Eg síggi tað sum eitt sera gott amboð í arbeiði mínum, men ikki minni er tað ein spurningur um at røkja meg sjálvan og samband mítt við frelsara mín.

 

Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?

 

Meðan eg sat og skuldi byrja eitt nýtt lív, eftir at hava verið úti í misnýtslu í fleiri ár, fann eg eina rúmligheit og meining við at lesa evangeliðiið eftir Jóhannes. Orðini hjá Jóhannusi evangelisti, vóru størri enn mín innara døming av mær sjálvum, og hettar gav mær og gevur framvegis meining fyri meg.

 

Hvat er títt yndisvers ella brot?

 

Tað er Markus kapittul 4. Eg las hendan kapittul mangan ta tíðina eftir, at vit høvdu mist dóttur okkara og kom hesin kapittul til mín, meðan vit vóru niðri á Ríkissjúkrahúsinum. Hettar er eisini ein kapittul í hevur hildið mær fast og hjálpt mær í mongum tungum løtum.

 

Hví skulu vit lesa í Bíbliuni?

 

Tað er heilt vist fyri at vit skulu kunna finna styrki til tann dagliga dagin og fyri at minna okkum á tað komandi.

 

Hvørja frásøgn vilt tú viðmæla einum nýggjum bíbliulesara?

 

Eg vil viðmæla øllum nýggjum lesarum av Bíbliuni at lesa Lukas kapittul 23. Grundin fyri at eg vil viðmæla hendan kapittul er, at hann sigur so ómetaliga nógv um kærleika Guds til okkum menniskju, og lyndi, styrki og kærleika Jesusar hóast hart leikaði á hjá honum.


Bíbliulesiætlanin 2021-2022.

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen