Lurta
Ukraina: Bíbliur og onnur neyðhjálp á veg
15.10.2022

Hon býr í býnum, Kopjansk. Býurin liggur eystalaga í Ukraina. Myndin er júst tikin tann dagin, eldri konan fekk handað eitt Nýggja Testamenti frá Bíbliufelagnum.


Kobjansk og fleiri aðrir býir eru aftur vorðnir frælsir. Sjónin, sum hjálparfólk frá Bíbliufelagnum fingu at uppliva, var ræðulig. Ein sundursoraður býur.

 

Nógvastaðni liggja deyðir mannakroppar og sløðast.


Har bilarnir frá Bíbliufelagnum steðgaðu, koma fólk krúpandi út úr bumbuskýlum og sorlaðum húsum.

 

 

Matur, vatn og heilivágur verður teimum givin. Síðan vórðu spurningar settir. Hava tit Bíbliur og Nýggja testamenti, eisini?

 

Ræðslumiklu upplivingarnar og ómettandi tørvurin á ugga og vón, og eftirspurningurin eftir Bíblium og Nýggja Testamentum, varð almikil!


Eitt Nýggja Testamenti skrivað við stórari skrift, sum konan á myndini vísir, kostar umleið 20 kr.


Kontan til endamálið er 9181-492.922.7
Minst til at viðmerkja: Ukraina.

 

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul.

 

H.D. Joensen, umsetti

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen