Lurta
Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, er hornasteinur
29.10.2022

Men hvat halda tit um hesa søguna: Ein maður átti tveir synir. Hann fór til hin fyrra og segði: „Far tú og arbeið í víngarðinum í dag.“ „Nei, eg vil ikki,“ segði sonurin. Men seinni angraði hann tað og fór avstað. So fór maðurin eisini til hin sonin og bað hann tað sama. „Ja, pápi, tað skal eg.“ Men hann fór ikki. Hvør av teimum gjørdi, sum pápin vildi?“ „Hin fyrri,“ svaraðu teir.

 

„Sanniliga sigi eg tykkum: Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guds ríki,“ segði Jesus. „Jóannes vísti tykkum vegin til Guds, men tit trúðu honum ikki, men tollarar og skøkjur trúðu honum, men tó at tit sóu tað, angraðu tit tað kortini ikki og fóru at trúgva honum.

Eg vil siga tykkum eitt annað líknilsi. Ein maður plantaði ein víngarð. Hann hegnaði um hann, gjørdi eina vínpersu í honum og bygdi eitt vaktartorn. So leigaði hann garðin út til nakrar vínbøndur og fór av landinum.

 

Tá ið leið út á heystið, sendi hann húskallar sínar til vínbøndurnar eftir fruktunum av víngarðinum. Men teir tóku húskallar hansara; ein slógu teir, ein drupu teir, og ein steinaðu teir.

 

Hann sendi aftur húskallar avstað, hesa ferð fleiri enn hinar fyrru, men teir gjørdu tað sama við teir. Men seinast sendi hann son sín avstað, tí hann ivaðist ikki í, at teir fóra at virða hann. Men tá ið bøndurnir sóu hann, søgdu teir hvør við annan: „Hatta er arvingin, lat okkum drepa hann, so fáa vit arvin!“ Og teir kastaðu hann út um víngarðin og drupu hann.

 

Tá ið nú víngarðsharrin kemur, hvat fer hann so at gera við bøndurnar?“ Teir siga við hann: „Hesar óreinu menninar tekur hann av døgum og letur aðrar bøndur, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættari tíð, fáa víngarðin til leigu.“

 

Jesus spurdi teir tá: „Hava tit ongantíð lisið í Skriftunum: Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, er hornasteinur. Gud hevur givið okkum hann. Og okkum er tað eitt undur.

 

Tí sigi eg tykkum, at Guds ríki verður tikið frá tykkum og verður givið einum fólki, sum fær tað at bera frukt. Øll, sum snáva um steinin, sora seg sundur, og tey, sum steinurin fellur á, verða smildrað.“

Farisearirnir skiltu væl, at hann talaði um teir.

Teir ætlaðu at taka hann, men teir óttaðust fólkið, tí tey hildu hann vera ein profet.

Matt. 21,28-46
20.s.e. tríeindardag
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen