Lurta
Tríggjar nýggjar bøkur til kirkjubrúks
02.11.2022

Í dag eru komnar tríggjar nýggjar bøkur til kirkjubrúks:

 

1. Gudstænastubók Føroya kirkju II. Í bókini eru uppskot til sergudstænastur í kirkjuni, t.d. í sambandi við barnagudstænastu, sjeylestragudstænastu og sanggudstænastu.

 

2. Ritualbók Føroya kirkju II. Í bókini eru uppskot til vígslu ella signingartænastur, t.d., í sambandi við vígslu ella signing av kirkjuligum lutum og klæðum, urguvígslu, vígslu av minnisvarða og og kirkjugarði.
Ískoyti til Ritualbók Føroya kirkju I. Í bókini eru uppskot til bønarhald, t.d. í sambandi við konfirmantlestur, deyðavanlukkur og andlát.

 

3. Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur góðkent allar bøkurnar til kirkjubrúks.

 

Bøkurnar eru at fáa til keyps í bókabúðunum og í Bókamiðsøluni.

 

Føroyskt Kirkjumál hevur givið bøkurnar út.