Lurta
Nýggj barnabíblia!
17.11.2022

Spildurnýggj myndabók “Mínar yndisbíbliusøgur” er útkomin. Í bókini eru 36 søgur, ið eru til børn upp til umleið 12 ára aldur. Allar søgurnar eru sagdar við orðum, sum eru løtt at skilja, og hvør søga vísir til somu søgu í Bíbliuni.

 

Tí kunna tey eldru børnini finna søgurnar har og sjálv lesa víðari.

 

Gjøgnum søgurnar læra vit um tann livandi Gud, sum fyrst og fremst elskar heimin og øll, sum hann hevur skapt, við einum óbroytiligum, ævigum kærleika. Hann er altíð hjá okkum, hvar vit fara, og hann uggar øll, sum syrgja og hava ilt.

 

Tað er forlagið BÓKIN hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum gevur bókina út. Hon fæst í bókasølum kring landið og kostar 149,- kr.


Nærri kunning fæst við at venda sær til Gunnar K. Nattestad aðalskrivara, á tlf. 787826.

 

Stuðla børnum at lesa meira á føroyskum!

 

Føroyska Bíbliufelagið

www.biblia.fo

Tlf. 787826