Lurta
Nýggj Bíbliulesiætlan 2022-2023
24.11.2022

Bíblian er Guds livandi orð, og hóast orðini eru prentað sum øll onnur, so gerast tey livandi við Guds Heilaga Anda. Tí er tað neyðugt hjá okkum, at lesa í Bíbliuni fyri at fáa mat til sálina.

 

Men nógv stríðast við at koma í gongd og halda á. Ein Bíbliulesiætlan er gjørd júst sum ein hjálp at lesa regluliga og í samanhangi. Tað er sum ein kalendari við útvaldum tekstum til hvønn dag í árinum, og hvønn sunnudag samsvara tekstirnir við tekstarøðina í Fólkakirkjuni.

 

Hvar er bíbliulesiætlanin at fáa?

 

Hon verður at fáa um alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: biblia@biblia.fo

 

Bíbliulesiætlanin kann eisini takast niður her

 

Ein mynd av lívinum

 

Hjá nógvum er einki so gott sum at grava seg niður í eina skaldsøgu ella at kava í eina hugtakandi ævisøgu. Í báðum førum møta vit nøkrum heilt øðrum enn okkum sjálvum at spegla okkum í.

 

Soleiðis er eisini, tá vit lesa í Bíbliuni. Hon er full av sterkum, avbjóðandi, trúgvandi, ivandi menniskjum, ið uppliva so nógv saman við Gudi og øðrum, at tað av røttum kann sigast, at einki menniskjaligt er fremmant fyri Bíbliuni. Trúskapurin hjá Rutt móti vermammuni skapar eitt heilt lív.

 

Møti hjá Batsebu við Dávid rúmar bæði djúpum falli og móðurskapi til ein kong, Sálomon. Júst hann, sýnir vísdóm og skyn, men hann fellur eisini fyri freistingunum, ið vald kann føra við sær. Onnur, til dømis profeturin Elia, Maria, mamma Jesus, og lærusveinurin Pætur, uppliva upp- og niðurgongd, ið fevnir menniskjalívið heilt út til kantin.

 

Vit kunnu spegla okkum í nøkrum av hesum bíbilsku persónunum, tí okkara lívsumstøður líkjast. Onnur kunnu vit undrast á, taka frástøðu frá ella hyggja langtandi upp til. Men óansæð, ávirka tey okkum og okkara hugsan um okkum sjálvi, onnur menniskju og Gud.

 

Bíbliulesiætlanin í ár er løgd soleiðis til rættis, at gerandisdagar lesa vit smáar „ævisøgur“ um bíbilskar persónar – kongar og drotningar, profetar og lærusveinar, sterkar kvinnur og stríðandi menn, menniskju og fólk í útsettum støðum, ið verða rakt av lívinum. Her eru nógvar lagnur at spegla sær í, samanbera seg við og fáa íblástur frá.

 

Høvuðsperónurin í Bíbliuni, Jesus, tørvar ikki somu eyðmerking. Hann er Guds andlit, ævinleikans beinleiðis møti við menniskjað. So sunnudag fáa vit møguleika at lesa ta mest týðandi ævisøguna av øllum, ígjøgnum eina røð av tekstum úr evangeliunum um Jesus. Hann kallar til trúgv, eggjar til mótstøðu, vendir vanahugsan á høvdið og vísir okkum ein kærleika, ið fer út um skil og vit. Betri støði at skilja lívið saman við Gudi, okkum sjálvum og øðrum, er ikki til.

 

Góðan lesihug!

 

Johannes Baun
Aðalskrivari í Danska Bíbliufelagnum.