Lurta
10 bíbliuendurgevingar um væntan
01.12.2022

“Longlig væntan ger hjartað sjúkt!” Stendur skrivað í Orðtøkunum. Atvenstíðin er væntanartíðin; men hon hevur ein jarka, eina afturtrom og eina framsíðu. Jólanátt
varð okkum ein frelsari borin í heim. Vónin úr Jesajabók fær kjøt og blóð; verið
framsíðan, jarkin, av jólaundrinum.

 

Lesið 10 bíbliuorð um at vænta alt gott frá Gudi.

 

1.Vóna tað, vit ikki síggja
Tí at í vónini eru vit vorðin frelst; men ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær? Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, tá bíða vit eftir tí við tolmóði.
Róm 8,24-25.

 

2. Gleði í væntan
Oyðimørkin og hitt turra landið skulu gleðast, reynið skal fegnast og blóma eins og lilja. Ja, blóma fagurliga og fegnast við fagnaðarrómi.
Jes 35,1-2a.

 

3. Bíða við longsli
Tí at eg haldi, at líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki er aftur ímóti teirri dýrd, sum skal verða opinberað á okkum. Tí at tráan skapningsins bíðar eftir opinbering Guds barna.
Róm 8,18-19.

 

4. Tá ið menniskjusonurin kemur aftur
Meðan menn ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast skulu himmalsins kreftur. Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd.
Luk 21, 26-27.

 

5. Gott í væntu
Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda, hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans.
Harmlj 3,22-23.

 

6. Hvat líti eg tá á, Harri?
Bert ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi, hann savnar, men veit ei, hvørjum tað ognast. Hvat líti eg tá á, Harri! Eina til tín stendur øll mín vón.
Sálmur 39,7-8.

 

7. Stór løn í væntu
Nei, elskið fíggindar tykkara, og gerið væl og lænið, uttan at vænta at fáa nakað afturfyri, og mikil skal tá verða løn tykkara, og tit skulu verða børn hins hægsta; tí at hann er góður við tey ótakksomu og illu.
Luk 6,35.

 

8. Longlig væntan
Longlig væntan ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er eitt lívstræ.
Orðt 13,12.

 

9. Bíða Jesusi Kristi
Tí at borgarskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Kristus.
Fil 3,20.

 

10. Vænta Harran Jesus Krist
Men eina ferð skal ikki vera myrkur í tí landi, sum nú er í neyðum statt. Í forðum læt hann Zebulons land og Naftali land verða fyri vanvirðing, men eina ferð skal hann aftur lata heiður koma yvir vegin til havið, yvir landið handan Jórdan og yvir heidninganna kring.
Jesaja 9,1 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen