Umstøðurnar hjá fremmandu arbeiðsfólkunum, breiða skuggar yvir HM í Katar. Bíbliufelagið ger nógv til tess at kveikja ljós, troyst og styrki í arbeiðslegunum.
Fyri kortum var eg saman við einum fótbóltsglaðum vini. Hann hevur glett seg nógv til HM í Katar. Tað var tó eitt stilt ”men” í hansara spenningi, eitt ”men”, ið kastar ein myrkan skugga yvir ætlaðu frøina. Bretska blaðið, ”The Guardian” sigur frá, at umleið 6.500 fremmand arbeiðsfólk, eru deyð í Katar, síðani landið varð valt at hýsa HM í 2010. Umframt, er Katar eitt av londunum í Golfinum, sum seinastu árini hevur sýnt skjóttvaksandi ótolsemi viðvíkjandi trúarfrælsinum.
Granskingarstovnurin, ið fylgir við støðuni hjá kristnum, ið verða atsøkt, vísir á ymsar keldur, sum siga frá, at muslimskir katarar, ið gerast kristnir, uppliva harðar atsóknir, bæði frá myndugleikum og teirra familjum. Men eisini muslimsk, fremmand arbeiðsfólk, sum skifta til kristna trúgv, merkja atsóknir. Samstundis hava myndugleikarnir økt um eftirlitið við átrúnaðarligum minnilutum; og tað er vorðið truplari at fáa loyvi til at býta út bíbilskt tilfar. Júst hetta, er ein stórur tørvur, sum vit í Danmark, hava verið virkin í.
Bíbliufelagið virknan leiklut
Tað er stutt síðani, eg tosaði við aðalskrivaran í Bíbliufelagnum í Golfinum, Hrayr Jebejian, fyri at vita, hvussu gongur. Hrayr er ein fittur maður, sum ikki hevði ivast í at bjóða inn til te og dadlur, um frástøðan ikki var so stór. Takksemi hansara um veittu hjálpina til bíbliuarbeiðið, er stórt. Hann takkar øllum, sum geva og biðja fyri fremmandu arbeiðsfólkunum og teimum kristnu í Katar.
Bíblian veitir troyst og styrki
Hrayr sigur hugtakandi søgur frá prestum, sum arbeiða millum fremmandu arbeiðsfólkini. Tey búgva í arbeiðslegum, sum eru deildar eftir kyni, og sum eru sera vánaligar. Har búgva 6-8 arbeiðsfólk í lítlum rúmum. Men Hrayr sigur frá, at Bíblian er vorðin vælumtókt millum fremmandu arbeiðsfólkini.
Hesi seinastu árini, eru alsamt fleiri bólkar við arbeiðsfólki stovnaðir.
Hesi savnast í smáum hølum at lesa í Bíbliuni saman; hava gudstænastur og at finna troyst og styrki í bíbilska lesnaðinum. Fleiri av teimum fremmandu hava eisini fingið hjálp til ymiskan tørv eftir at hava biðið til Guds. Tí, sum Hrayr Jebejian, sigur – hvør annar enn Gud, skuldi annars hjálpt hesum fátæku fremmandu arbeiðsfólkunum? Men tørvur er á Bíblium.
Hrayr Jebejian er aðalskrivari í Bíbliufelagnum í Golføkinum, sigur frá, at fleiri og fleiri av fremmandu arbeiðsfólkunum møtast og lesa í Bíbliuni saman.
Bíblian – besta hjálpin
Fleiri enn 150 ymiskir tjóðskapir og mál eru umboðað í Golføkinum. Í Katar búgva 2,5 milliónir fólk; 80 prosent av teimum eru tilflytarar. Tørvurin á hjálp til hesi fremmandu er sera stórur. Hrayr vísur á, at besta hjálpin, Bíbliufelagið kann veita, er at býta út fleiri Bíbliur.
Saman við virkseminum hjá øðrum europeiskum Bíbliufeløgum, hevur danska íkastið verið so lívgandi, at tey 20 starvsfólkini hjá Bíbliufelagnum í Golfinum, eru farin eitt stig longri. Tey hava djarvt tikið stig til at prenta nýggjar partar av Bíbliuni á fleiri av málunum hjá fremmandu arbeiðsfólkunum. Avbjóðingin er at fáa loyvi til hetta frá myndugleikunum í Katar. Hrayr undirstrikar sína sannføring um, at Gud fer at finna eina loysn á hesum.
Áðrenn vit enda samrøðuna, undirstrikar Hrayr, at ein Bíblia ongantíð steðgar hjá einum menniskja. Hon verður lisin í bólkum, í arbeiðslegum og hon kveikir ljós. Ljósið taka hinduistiskir, buddistiskir, muslimskir og kristnir arbeiðstilflytarar við sær, tá tey fara heim til sínar familjur, eftir at teirra arbeiðsloyvi er farið úr gildi.
Hjálpin heldur fram
Bíbliufelagið í Danmark heldur fram at stuðla okkara vinum í Golfinum. Í november, fer ein stórur partur av innsavnaðum pengum til útgávur av Bíblium og bíbliupørtum á málunum hjá arbeiðsfólkunum. Eitt eintak av Nýggja Testamenti, kostar umleið 35 kr og eitt eintak av Jóhannesar evangeliinum kostar 25 kr. Samstundis vilja tey eisini stuðla teimum, ið arbeiða hjá Bíbliufelagnum í Katar, so teirra arbeiðsumstøður við hjálpararbeiðinum verða so góðar sum gjørligt.
At enda biður Hrayr okkum um at biðja fyri fremmandu arbeiðsfólkunum í Katar. Tað ger hann við tí sannføring, at tað er bønin, ið knýtur kirkjuna um allan heimin saman.
Kelda: Danska Bíbliufelagið
Gunnar K. Nattestad, umsetti
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen