Lurta
10 endurgevingar úr Bíbliuni um frælsi
10.01.2023

Vit hálova frælsinum og ynskja teimum tað, sum kúvað verða undir fremmandum valdi. Bíblian ber vón um ugga og frælsi til teirra, ið líða. Her verða 10 bíbliuorð um frælsi í trúnni á Gud og Kristus okkum boðað til troystar og umhugsan.

  • 1 Sannleikin skal fría tykkum
    Tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum. (Jóh 8,32)

  • 2 Ikki meira trælir hjá syndini
    Við tað at vit vita hetta, at okkara gamla menniskja er krossfest við honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so at vit ikki longur skulu tæna syndini; tí at tann, sum deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini. (Róm 6,6-8)

  • 3 Gud loysir hin neyðstadda
    “Tí at hann meg elskar, eg honum hjálpi, eg honum bjargi, tí hann kennir navn mítt; kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru. Við æviskeiði longum eg hann vil metta og lata hann skoða frelsu mína!” (Sálmur 91,14-16)

  • 4 Tænið hvør øðrum í kærleika
    Tí at tit, brøður, vórðu kallaðir til frælsis; nýtið bert ikki frælsið sum høvi fyri holdið; men tænið hvør øðrum í kærleika. Tí at lógin er uppfylt við einum orði, við hesum: “Tú skal elska næsta tín sum sjálvan teg.” (Gal 5,13-14)

  • 5 Vit eru Guds børn
    Tí at ikki fingu tit trældómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir!. Sjálvur andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guds børn. (Róm 8,15-16)

  • 6 Góð tíðindi um frælsi verða borin fátækum og fangum
    “Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.” (Luk 4,18-19)

  • 7 Fríur, tó trælur hjá øllum
    Tí at tó at eg eri fríur av øllum, havi eg gjørt meg sjálvan til træl hjá øllum, fyri at eg kann vinna tess fleiri. (1 Kor 9,19)

  • 8 Loystur frá syndini, nú tænari Guds
    Men, tá ið tit eri loyst frá syndini og eru vorðin tænarar Guds, hava tit ávøkst tykkara til halganar, og endin er ævigt lív. Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara. (Róm 6,22-23)

  • 9 Satt frælsi
    Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir. (Jóh 8,36)

  • 10 Nýt ikki frælsið sum lótir fyri illskapin
    Sum frælsir, men ikki sum teir, ið hava frælsið sum lótir fyri illskapin, men sum tænarar Guds. (1 Pæt 2,16)