Lurta
Fimm spurningar til Jógvan Lamhauge
30.01.2023

Nær ella hvar lesur tú í Bíbliuni?


Eg lesi í Bíbliuni hvønn dag. Vanliga siti eg í stovuni heilt tíðliga um morgunin. Eg brúki „Et ord til dagen“ og lesi bæði í Gamla- og Nýggjatestamenti.

 

Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?

Tað eru fleiri. Sjálvandi Jesus, sum sigur seg sjálvt, men eisini Paulus, Pætur og Ábraham. Pætur er so menniskjaligur; loypur fram av og verður so settur upp á pláss aftur, avnoktar og játtar av nýggjum.
Paulus er ein sterk fyrimynd um at standa við sína trúgv og arbeiða fyri tí. Og Ábraham, sum var eyðmjúkur í mun til Lot, tá hann læt Lot velja sær ta góðu jørðina. Ábraham valdi tað andaliga fram um tað verðsliga.


Hvat er títt yndisvers ella -brot?


Yndisbrotið er um Martu og Mariu í Lukas 10,38-42. Her er dagliga avbjóðingin hjá okkum - hvat er neyðugt? Vit mugu raðfesta tíð saman við Jesusi, m.a. til at lesa í Bíbliuni. Mítt yndisvers er Matt 6,33. Tað sigur tað sama sum omanfyri: At søkja Gud fyrst og síðan alt hitt, heldur enn øvugt. At byrja dagin saman við Gudi og fyrireika seg til tað, sum dagurin kann hava við sær, er alneyðugt. Tá tað er gjørt, megna vit allar aðrar avbjóðingar.

Hví skulu vit lesa í Bíbliuni?


Tí tað er alneyðugt fyri at kunna liva andaliga og koma at kenna Jesus betur. Guds orð er føðin fyri okkara sál.

Hvørja frásøgn vilt tú viðmæla einum nýggjum bíbliulesara?


Jóhannus 3 og 4. Samrøðan við Nicodemus um umvending. Vit hava brúk fyri Heilaga Andanum, sum vit ikki síggja, men hann er veruligur. Myndin um koparormin, sum varð lyftur upp fyri okkum til sálarliga og andaliga grøðing. Og so sjálvandi „lítla Bíblian“ Jóhannus 3,16-17.


Tað hevur týdning, at vit bæði hugsa um, hvat vit eru frelst til, og hvat vit eru frelst frá. Jesus kom fyri at frelsa og ikki at døma, og tað vísir samrøðan við samversku kvinnuna greitt.