Lurta
Hjálp kveikir ukrainskum børnum vón og dirvi
03.02.2023

Vetrarmyrkrið í ár leggur eina serstaka tyngd á landsins íbúgvar, eisini nú ársdagurin, 24. februar, av hersetingi nærkast; men í myrkrinum sæst eitt ljós lýsa. Sálarliga bíbilska viðgerðin veitir børnunum mikla vón og treyst.

 

Vetrarmyrkrið, hjá mongum á okkara leiðum kennist tungt og tyngjandi. Í Ukraina er myrkrið enn meira tyngjandi.

 

Hóast myrku skýggini, hómast ein vón, sigur Victoria Raychynet, ið ábyrgd hevur av umfatandi hjálpiarbeiðum av børnum, ið eru sálarliga meint rakt.

 

Ukrainska Bíbliufelagið hevur seinasta hálva árið búgvið út meira enn 1.000 hjálparar eftir einum viðgerðarleisti, myndugleikarnir hava evnað, sambært haldgóðum sálarligum reglum, ið eisini fevna um søgur úr Bíbliuni, ið lýsa sorg og neyð haðani.

 

 

Victoria fortelur, at børnini kenna seg aftur í bíbilsku frásagnunum. Bíbilsku frásagnirnar og skaldskapur haðani, geva afturljóð og styrki til teirra tungu lagnu, og at Gud er við í sálarliga virkseminum í hesum sálarligu tungu døgum.

 

Børnini, Victoria, greiðir frá, hava upplivað bumburegn og sæð lík liggja og sløðast í gøtunum, sum áður hevur verið teirra spæliøki. Hetta ger sína ávirkan galdandi í gerandisdøgunum.

 

Tí hava sálarligu viðgerðirnar altavgrandi týdning, siga tænarar í bíbliufelagsskapinum frá. Teirra sálarliga virki hevur alstóran týdning og ber ein spakuligan vónríkan ávøkst, sigur Victoria.

 

“Einki er vónríkari enn at síggja ljósið og gleðina venda aftur í einum glaðum barnahjarta og eygnabrá. Eitt eygnabrá, ið boðar frá eini stillari vaksandi framtíð.


Latið okkum vera við at hjálpa og veita ljós inn í teirra ótrygga gerandisdag.

 

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul!


Kontan til endamálið er 9181-492.922.7
Minst til at viðmerkja : Ukraina.

 

Fakta um ukrainska Bíbliufelagið:
*varð skipað í kjalavørrunum av tí upploysn, ið fór fram í Russlandi
*24 starvsfólk hava verið virkin á fýra støðum. Hesi starvsfólk hava íalt býtt 500.000 Bíbliur og bíbliupartar út
*Hava undirvíst meira enn 1.000 ukrainum í bíbilskari sálarhjálp.

 

H.D. Joensen, umsetti.

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen