Lurta
Byrja dagin við 10 brotum úr Bíbliuni
16.02.2023

Tað er trúarstyrkjandi at byrja ein myrkan og tungan dag í februar við kveikjandi orðum úr Halgubók. Her eru 10 brot úr Bíbliuni.

 

1. Dagurin, ið Harrin hevur gjørt

Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt, lat okkum fegnast og gleðast á honum!
Sálmur 118,24

 

2. At skilja ljósið frá myrkrinum
Guð gjørdi tey tvey stóru ljósini, hitt størra ljósið til at ráða um dagin og hitt minna ljósið til at ráða um náttina, og stjørnurnar. Og Guð setti tey á himmalhválvið at lýsa á jørðina, og at ráða degi og nátt og at skilja ljósið frá myrkrinum. Og Guð sá, at tað var gott.
1. Mós. 1,16-18

 

 

 

3. Eg eri ljós heimsins
Og Jesus talaði aftur til teirra og segði: «Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.»
Jóh. 8,12

 

4. Ævigt ljós
Sólin skal ikki meira vera tær ljós og mánin ikki skína fyri tær; nei, Harrin sjálvur skal vera tær ævigt ljós, Guð tín skal vera tín geislandi ljómi.
Jes. 60,19

 

5. Morgunbøn
Árla hoyri tú, Harri, mína reyst; árla eg leggi tær sak mína fyri og bíði.
Sálmur 5,4

 

6. Hann vekur mítt oyra
Á hvørjum morgni hann vekur mítt oyra, at eg má taka eftir eins og lærusveinar gera.
Jes. 50,4b

 

7. Metta við miskunn
Metta okkum við miskunn tíni um morguntíð, lat okkum gleðast og fegnast allar várar dagar!
Sálmur 90,14

 

8. Miskunn á hvørjum morgni
Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans.
Harmlj. 3,22-23

 

9. Eg vil gleðast hvønn morgun
Men eg vil syngja um veldi títt, á hvørjum morgni gleðast um náði tína, tí tú ert mær ein borg, mítt álit tann dag eg eri í neyð!
Sálmur 59,17

 

10. Tín útgang og inngang skal Harrin varða
Harrin er vaktari tín, Harrin tín verndarskuggi við tína høgru hond. Um dagin skal sólin ei stinga teg, ella um náttina mánin. Frá øllum illum skal Harrin teg varða, hann tína sál skal varða. Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.
Sálmur 121,5-8

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen