Nær ella hvar lesur tú í Bíbliuni?
Eg og konan lesa ofta heima um kvøldið, tá friður er. Vit brúka eina andaktsbók, sum eitur „Dagligt Breyð“ og so taka vit ofta eitt umfar við Kinaskak aftaná.
Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?
Tað eru serliga tvær søgur í Bíbliuni, sum hugtaka meg. Onnur er líknilsið um tann burturvilsta sonin, og hin er frásøgnin um røvaran á krossinum. Eg haldi grundin er, at eg kenni meg nógv aftur í teimum, og tí talar tað mest. Eg havi verið rúsfríður í nógv ár nú, men einaferð stríddist eg, og tí kenni eg báðar síðurnar.
Hvat er títt yndisvers ella brot?
Tað er sálmur 23. Hann lýsir so væl, at tað er ein sum fylgir okkum og vil okkum tað besta.
HARRIN er hirði mín; mær fattast einki. Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum; Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum - fyri navns Síns skuld. Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg. Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tad rennur út av steypi mínum. Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Hví skulu vit lesa í Bíbliuni?
Tí tað er besta bók av bókum er. Tá eg var í rúsdrekkaviðgerð, fekk eg at vita, at tað var sera týðandi at halda fast í góðar vanar, m. a. at lesa í Bíbliuni og koma í ein felagsskap. Eg byrjaði við at fara í kirkju fyrst og seinni í missiónshúsið. Hetta hevur ríkað mítt lív í nógv ár.
Hvørja frásøgn vilt tú viðmæla einum nýggjum bíbliulesara?
Eg fekk sjálvur viðmælt at lesa evangeliið eftir Jóhannes, og tað vil eg eisini viðmæla øðrum. Tað inniheldur nógv um kærleikan og inniheldur fleiri av kendastu tekstunum.
Bíbliulesiætlanin 2022-2023
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen