Lurta
Hoyr Bíbliuna upplistna – allastaðni og altíð!
08.04.2023

Gleðiligar páskir – allir føroyingar!

 

Á páskum hoyra vit um, hvussu gott vinarlag og felagskapur eftir stuttari tíð kann sindrast. Lærusveinarnir høvdu í heili trý ár fylgst við Jesusi og lært hann og boðskapin at kenna í orðið og verki; ein fullkomin útbúgving til eitt fullkomið lív, kundi ein hugsa.

 

Men so fór alt í upploysn! Allir lærusveinarnir sviku, tá ið mest stóð á - ja, sjálvur Frelsarin merkti menniskjaligan veikleika, sveittaði blóð og bað Faðirin um at sleppa undan skálini, hann skuldi tøma.


MEN, so koma orðini: «Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt» (Mark 14,36).

 

Hesi orð broyttu heimin - fyri teg og meg. Trúgv og felagskapur, sum er bygdur á mannadygdir, er svikaligur. Tað krevst heilt annað tilfar og tað var júst tað, Jesus hevði, tá hann legðiseg í Guds hond og vilja.


Lat okkum takka Jesusi, at hann gav seg sjálvan á krossinum, fyri at bjarga øllum heiminum. Við krossin, kann hvørt menniskja í heiminum játta sína synd og gerast fræls frá dómi og deyða.


GLEÐILIGAR PÁSKIR!

-

 

Hoyr upplestur úr Bíbliuni

Nú ber til at lurta eftir livandi upplestri av Nýggja Testamenti á netinum og á fartelefonini. Far inn á heimasíðuna Bible.is ella legg appina www.bible.is inn á fartelefonina.

 

Heimasíðan og appin er á enskum, men ein góð brúkaravegleiðing liggur á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum. Trýst her.

 

Royndarles 2. Mósebók


Eisini eru nú møguligt at royndarlesa 2. Mósebók í nýggju Bíbliuni – trýst her...


Vælkomin at royna hetta og deila við onnur.

 

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,

 

Bergur D. Joensen

       Formaður

Gunnar Nattestad

      Aðalskrivari