Tað kom eitt hefti her í postinum, nakað fyri jól. Tað var frá Bíbliufelagnum.
Og nú skal eg lesa eina frásøgn fyri tær úr hesum hefti. Frásøgnin er úr einum býi, sum eitur Tbilisi. Hann liggur í einum landsparti, sum eitur Georgia í Russlandi. Hann er beint sunnan fyri Kavkasusfjøllini.
Ein prestur fór ein dagin at ferðast við tokinum. Í tí vogninum, sum hann sat í, var bara eitt annað ferðafólk umframt hann sjálvan. Hesir báðir menninir fóru nú at práta saman. Tá ið teir høvdu tosað eina løtu um leyst og fast, fóru teir at tosa um, hvat ið teir tókust við til dagligt. Prestur segði nú ferðafelaga sínum, at hann arbeiddi fyri kirkjuna, og so fóru teir at práta um gudstrúgv.
Prestur lurtaði tolin eftir hinum manninum, sum var ein gudsnoktari. Gudsnoktarin prísaði sínum gudloysi og lastaði ta kristnu trúnna.
Prestur segði honum sína meining og las eitt petti úr Bíbliuni fyri honum.
Men gudsnoktarin kendi seg ikki sannførdan. Røddirnar harðnaðu, og kjakið gjørdist harður dystur; men eingin teirra kundi sannføra hin partin, og tí tagnaðu teir.
Prestur fór úr vogninum nakrar minuttir og læt Bíbliu sína liggja eftir á setrinum, har hann hevði sitið. Tá ið hann kom aftur, sá hann, at Bíblian var burtur. Hin maðurin stóð beint tá og læt vindeygað aftur. Hann hevði blakað Bíbliuna út, so hvørki prestur ella nakar annar kundi lesa aftur í henni.
Prestur fekk einki gjørt. Ferðin helt á í nívandi tøgn, og teir fóru av í hvør sínum býi.
Nakrar fáar mánaðir seinni kom ein fremmandur maður á gátt hjá presti. Hann var ættaður úr eini bygd har í nánd. Hann segði bart út, at hann vildi verða doyptur. Prestur, sum var bilsin av hesi vitjan, spurdi, hvørja kirkju hann hoyrdi til.
“Onga,” svaraði hesin fremmandi. “Eg havi lisið mína Bíbliu, og eg kenni Gud. Eg veit, at Jesus er harri, og eg vil blíva doyptur, so eg kann verða taldur við sum ein av lærusveinum hansara.”
“Eina Bíbliu?” spurdi prestur, tí Bíbliur vórðu avgjørt ikki nógv lisnar. “Hvar hevur tú havt møguleikan at fáa fatur í eini Bíbliu?”
“Ja, tað er ein løgin søga,” byrjaði gesturin. “Eg kann ikki vænta, at tú vilt trúgva tí; men eg vissi teg um, at tað er satt. Eg eri húsasmiður. Fyri nøkrum mánaðum síðani hendi nakað løgið. Eg arbeiddi upp á ein bygning, sum lá tætt við jarnbreytarlinjuna.
Meðan eitt tok koyrdi framvið, kom ein bók flúgvandi út gjøgnum eitt vindeyga og lendi í dustinum ikki langt, haðani eg stóð. Eg fór yvir og tók hana upp. Tað var ein Bíblia.”
Prestur stóð bilsin og lurtaði. Hann setti gesti sínum nakrar spurningar og gjørdist greiður um, at hetta mátti vera hansara egna Bíblia, sum húsasmiðurin hevði funnið. Hann spurdi gestin, um hann hevði Bíbliuna við? Jú, tað hevði hann. Hann vísti presti hana, og hann kendi hana aftur beinanvegin. Bókin, sum hevði tænt honum so væl í so langa tíð, hevði nú tænt einum øðrum. Her var ein nýggjur kristin, sum bað um at verða doyptur, og tað kundi hann takka Bíbliuni fyri.
Tá ið prestur segði, hvussu ein gudsnoktari hevði tveitt Bíbliuna út gjøgnum tokvindeygað, beyð smiðurin sær at geva honum hana aftur. Men prestur tók ikki av.
“Nei,” svaraði hann. “Eg taki ikki ímóti henni, tí henda bókin hevur gjørt so stór ting fyri teg, so eg vil, at tú skalt eiga hana, og eg biði um, at hon eisini má virka undur fyri onnur.”
Tá ið smiðurin var doyptur, fór hann eldhugaður avstað at breiða út tað, sum hann longu hevði lært av bíbliulestri sínum. Eftir fáum árum blivu øll í bygdini umvend. Eitt nýtt kristið kirkjulið varð stovnsett har. Bara vegna eina Bíbliu, sum onkur royndi at blaka burtur.
Effie Campbell umsetti.
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen