Lurta
Fimm spurningar til Ole Jakob Nielsen
23.05.2023

Nær ella hvar lesur tú í Bíbliuni?

 

Til morgunbønina lesur tú tekstirnar til dagsins messu. Har er ein úr Gamla testamenti, Ápostlasøguni ella brøvunum og síðan úr einum av evangeliunum.

 

Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?

 

Fyri meg, sum fyri einhvønn kristnan, so er Jesus Kristus hin einaráðandi og altdominerandi høvuðspersónurin og fyrimyndin í skriftini, bæði í Nýggja testamenti og í Gamla testamenti.
Men Maria moy, Jesu móðir, Guds móðir, stendur við sínum lýdni og  reinleika sum ein fyrimynd í tí at fylgja kallinum til tænastu, sum vit hava sum kristin.

 

Av persónum í Gamla testamenti eru tað patriarkurin Jákup við sínum áhaldni og Jósef við sínum trúfesti, sum eru stór fyridømi í tí dagliga.

 

Hvat er títt yndisvers ella brot?

 

Lukas 21,19: „Við áhaldni tykkara skulu tit vinna sálir tykkara“ hevur líka frá ferming míni, verið ein áminning og ein uggi í mínum lívi.
Jóhannes 17,21. „... at teir allir mega vera eitt ...“, var ein avgerandi orsøk til mína konvertión til katólsku kirkjuna.

 

Hví skulu vit lesa í Bíbliuni?

 

Í Bíbliuni talar Gud við okkum um umsorgan og kærleika sín til okkum. Vit eiga at svara honum í bøn og við lívi okkara.

 

Hvørja frásøgn vilt tú viðmæla einum nýggjum Bíbliulesara?

 

Lukasevangeliið 1. og Jóhannesar bræv 3,1-3.