Nær ella hvar lesur tú í Bíbliuni?
Eg lesi einki, tí eg havi trupult við at skilja orð. Eg eri ikki orðblind, men eg fái einki við av innihaldinum, um eg lesi. Bert orð liggur illa til mín, og soleiðis hevur tað altíð verið. Men mær dámar væl at hoyra søgur og serliga gjøgnum fleiri sansir.
Júst tí byrjaðu eg og Rógvi, sum er orðblindur, at framleiða Spírar. Við Spírum kunnu børn og fólk, sum vit, skilja bíbliusøgurnar betur. Men tað hevði eisini hjálpt væl við eini føroyskari ljóðbíbliu, serliga um hon varð upplisin sum hoyrispæl.
Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?
Mær dámdi væl Dávid, tá eg var lítil, tí hann dugdi so væl við sálmum. Hann var lítil, men leit á Gud, tá hann fór ímóti kempuni Goliat. Men nú eg kenni alla søguna hjá honum og allar hinar bíbliusøgurnar, so kann tað bara vera ein yndispersónur. Tað er Jesus, sum ikki gjørdi nakað skeivt. Hann var lýðin og orðnaði alt fyri okkum.
Hvat er títt yndisvers ella brot?
Tað er heilt sikkurt Sálmur 23. Hann er altíð góður at hava við sær, uttan mun til lívsstøðu. Tað er einki at óttast – stutt og greitt!
Hví skula vit lesa í Bíbliuni?
At lesa, hoyra og síggja Bíbliuna og harvið Guds orð, er umráðandi, tí tað er kjarnin í øllum. Tað er eisini gott at fara á møti, netið ella annað at hoyra onnur tulka Guds orð. At síggja filmar, sjónleikir, dans og hoyra sangir, sum vísa brotpartar og tulkingar úr Bíbliuni. Men vit mugu ongantíð gloyma kjarnuna og sjálv duga Guds orð, sum tað stendur.
Hvørja frásøgn vil tú viðmæla einum nýggjum Bíbliulesara?
Tað er gott at lesa alla Bíbliuna úr einum enda í hin, heldur enn at velja út. Men at byrja við Nýggja testamenti er lættari. Bíbliulesiætlanin er ein góður møguleiki til motivatión og hevur hóskandi longd, um ein ikki veit, hvar ein skal byrja. Endamálið er eisini at halda á og ikki gevast, tí Bíblian er seeeera long. Góð brot eru Sálmur 23 og Jóhannnus 3,16, sum eru stutt og greið og rúma nógvum.